Thorning-Schmidt borgar

4 September 2011
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Grønlendska sjónvarpið bar tey tíðindi 31. august, at danski Javnaðarflokkurin framleiðir og betalir systurflokkinum í Grønlandi, Siumut-flokkinum, fyri øll valgøgnini og plakatirnar til fólkatingsvalið, sum hildið verður í næstum. Harumframt hevur danski flokkurin borgað fyri skeiðum, har siumuttarnir eru fløskaðir upp við snildum, hvussu ein valdystur kann vinnast. Formaðurin í Siumut-flokkinum, Aleqa Hammond, sigur við Qanorooq, tíðindasendingina hjá KNR, at tey hava fingið tað, sum kann rópast eitt klippikort, ið gevur teimum møguleikan fyri ráðgeving og hjálp frá danska Javnaðarflokkinum. Hon leggur afturat, at hjálpin ikki bert er galdandi fyri valstríðið, Siumut sleppur eisini framat danskari sosialdemokratiskari hjálp og ráðgeving, um flokkurin endurvinnur tingsessin á Danatingi. Øll prinsippir vera lorað fyri borð, bara Thorning-Schmidt gerst danskur forsætisráðharri og hjálandaoddviti.

Hetta er flokkurin, sum einaferð var eiðsvorin partur av Norðuratlantsbólkinum, ein flokkur á Danatingi, ið sum kunnugt stríðist fyri veruligum tjóðarrættindum í teimum báðum hjálondunum, sum eftir eru í danska ríkinum. Ongin danskur flokkur hevur verið meira harðrendur í hjálandapolitikkinum, enn júst Sosialdemokratarnir, tí kennist hendan óhjálpna metamorfosan óskiljandi, hetta skifti hjá Siumut-flokkinum, okkara fyrr so treysta samstarvara í frælsisstríðnum, púra óskiljandi. Men alt er eftir øllum at døma til fals. Føroyski Javnaðarflokkurin hevur longu tikið avgerðina um at tveita seg viljaleysan upp í føvningin á Helle og Sosialdemokratunum, uppaftur meira óskiljandi, tí helst borga teir sjálvir fyri ta ússaligheitina.

Men tað kunnu vera so mangar órannsakiligar orsøkir til, at menn og kvinnur kapitulera, eisini í einum meginmáli, sum eitt nú fulltikni politiski rætturin er - yvir egnari tjóð.

Valið stendur tí ímillum danskt heimastýri ella føroyskt tjóðveldi. Einfaldari fær tað neyvan verið.


Sí: http://www.knr.gl/da/nyheder/socialdemokratiet-betaler-siumut

tórbjørn jacobsen