Tey ungu mugu trívast og mennast!

7 October 2011
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Tey arbeiðsleysu
Ein bólkur av teimum ungu eru arbeiðsleys. Hesi mugu vit royna at fáa út á arbeiðsmarknaðin ella í skúla. Tað er neyðugt at tryggja, at ung ikki sleppa at ganga arbeiðsleys, og onki at hava at fara upp til. Vit eiga at gera alt til tess at halda tey virkin í skúla, á læruplássi ella í starvsvenjing. Tøl, sum ALS hevur á heimasíðuni vísa, at fýra av fimm arvbeiðsleysum í Føroyum hava ikki miðnámsútbúgving Tað eru sostatt fleiri orsøkir til at krevja, at tey eru virkin, í tann mun tað er møguligt: fyrst og fremst fyri teirra egna sjálvsvirði, er neyðugt, at tey kenna seg gera nakað til nyttu, harnæst fyri teirra møguleikar á arbeiðsmarknaðinum í framtíðini, og fyri tað triðja fyri at fáa sær royndir og fakligan kunnleika.


Fróðskaparsetrið
Og so eru tað tey nógvu, sum eru virkin og hava eina miðnámsútbúgving. Tey vilja víðari og skulu nokk koma víðari uttan mun til, hvat politiska skipanin herheima ger. Spurningurin er bara, um tey velja at fara av landinum ella tey velja at verða verandi. Til hesi mongu ungu, sum vilja útbúgva seg og koma víðari á tann hátt, eiga vit at tryggja eitt eitt fróðskaparsetur við fleiri valmøguleikum og eitt spennandi lestrarumhvørvi. Tá tryggja vit okkum, at tey fara at lesa longri í Føroyum, og samstundis at tey fáa tilknýti til onnur universitet úti í heimi.


Flest øll framkomin lond í heiminum gera alt fyri at fáa síni egnu ungu og onnur ung frá útlandinum at flyta til universitets-býirnar, tí hesi ungu kasta so nógv av sær av vitan, kjaki, kreativiteti osfr samstundis sum tað er so sannlíkt, at tey sum útbúgvin verða verandi í landinum, og at tey tá koma at festa røtur og seta føtur undir egið borð í landinum.


Hetta mugu vit eisini tryggja okkum, at okkara ungdómur vil, og sær sum eina avbjóðing - herheima.

Annita á Fríðriksmørk