Tey byggja land, ið liva

12 October 2011
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

tað eru handverkararnir, og tey, sum leiða, og tey sum arbeiða sjálvboðið við alskyns frítíðarvirksemi, tað er mentanarvirksemi, ítrótturin, trúarlívið, bygdalívið og býarmentanin, sum mynda Føroyar. Tað eru hesi, sum eiga æruna fyri, at vit hava eitt samfelag, sum virkar, og sum mennist. Tað er tað føroyska fólkið, sum virkar og livir hvønn dag, sum skapar land okkara og mennir tað.

Ein av avbjóðingunum hjá politiska myndugleikanum er at fáa arbeiðsloysi niður, sum tíverri er trýfaldað seinastu trý árini. 80 prosent av teimum arbeiðsleysu hava onga miðnámsútbúgving. Nógv av hesum kundu tó verið brynjað til miðnám. Og til hetta fer ALS at skipa fyri skeiðum, sum kunnu geva teimum arbeiðsleysu eitt 10.floks prógv á kvøld- og ungdómsskúlanum. Hendan førleikamenning átti at givið nøkrum av teimum mót til eina miðnámsútbúgving. Enn er tó bara talan um, at hava hesi skeið í Havn, men væntandi fara hesi skeið at verða útbygd kring alt landið.

Og so eru tað eisini tey fáu, sum ikki megna eina miðnámsútbúgving. Teimum hevur okkara samfelag eisini tørv á. Tað er nógv arbeiði, sum skal gerast kring, og sum liggur á láni, bæði hjá kommunum og hjá landi, -arbeiðið, sum krevja fólk við hondum og fótum, evnum at práta og at verða um onnur, fólk, sum kunnu ganga til handa osfr.

Talan er um gullverdar uppgávur, sum liggja á láni, - latum okkum fáa hesi hugskotini á borðið, so eisini tey mongu, sum eru arbeiðsleys, og sum ikki hava útbúgving ella miðnám, kenna seg at koma til sín rætt á arbeiðsmarknaðinum. Vit hava tørv á teimum, tey hava ein førleika, sum kann verða verða til stórt gagn, um hann kemur til sín rætt. Og tað er umráðandi, at vit eisini virðismeta hesar, við at geva teimum uppgávur, sum tey megna – ofta betur enn onnur við útbúgving, og sum harafturat eru neyðugar.

Tað er umráðandi, at øll kenna seg skapa virðir í samfelagnum
Tað eru jú øll, ið liva, sum byggja land!


Annita á Fríðriksmørk