Tannrøkt til tannáringar upp til 18 ár

20 October 2012
Skrivað hevur
Meiningar


Í Danmark er tað lóg, sum kom í gildi í 1971, at øll børn og ung upp til 18 ár skulu hava fría tannrøkt, og í Klaksvík eru tey so skilagóða, at tey eisini hava eitt víðka tilboð.

Tað kann verða dýrt at fara til tannlækna, og eg veit um fólk ið aftra seg at fara, tí hetta er so kostnaðarmikið. Ung ímillum 16 og 18 ár, eru sum oftast skúlanæmingar ella lærlingar, og tað hevði uttan iva lætt um hjá nógvum av hesum ungu, og familjum teirra, at fingið tannrøkt til 18 ára aldur.

Við at økja um tilboði, eru 2 ár aftrat har tannlæknarnir kunnu stuðla undir einari góðari tannheilsu, ið vónandi skal vara alt lívið. Lat okkum eisini skipa fyri, at frí tannrøkt verður eitt tilboð til øll upp til 18 ár í Tórshavnar Kommunu. Vælvild er víst frá tannlæknastovuni til hetta, og nú skal kommunan taka stigið at fáa hetta ílag. Tilboðið kann hjálpa um fíggjarliga hjá fleiri familjum, og ger Tórshavnar Kommunu eitt sindur meiri kappingarføra.


Marja L. Gjógvará