Hetta var enn ein hóglig roynd hjá Tjóðveldi at fáa fullveldi á dagsskrá, ein skrá, ið rakk fram til 2012. Høvdu flokkarnir tá tikið undir við uppskotinum, og var okkara politiska skipan sína uppgávu vaksin, so høvdu vit í dag havt øll málsøki á egnum hondum, vit høvdu goldið fyri tey øki, ið vóru yvirtikin, og vit høvdu havt eina greiða avtalu um ta írestandi heildarveitingina, at hon lækkaði, til hon var burtur.
Var uppskotið frá 2001 samtykt, kundu vit skrivað fólkaatkvøðuna um fullveldi út - í hesum valskeiðinum.
Men her standa vit, og vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu tað hevði verið, høvdu flokkarnir valt ábyrgd heldur enn tilvild. Høvdu teir sæð týdningin av at fáa Føroyar framá, fram ímóti einum sjálvberandi búskapi og loysing. Tíðirnar hava verið til tað, pengar hava verið til tað.
Í dag síggja vit úrslitið av olmussu-stýringini ... kreppa, undirskot, fátækadømi, ein fiskivinna í skeljasori og so framvegis ... Ein ábyrgdarleysur politikkur, uttan álvara og uttan nøkur greið mál.
Eg eri púra samd við mín fyrrverandi floksfelaga Sjúrð Skaale, tá hann umboðandi Tjóðveldi á Danatingi helt eina røðu við heitinum: “Tann, sum stríðist fyri sínum frælsi, er frælsur”. Har sigur hann soleiðis: “Afhængighed er som en sygdom. Den er aldrig statisk. Man er enten på vej ind i, eller ud af afhængighedsspiralen. Er man på vej ind i den, bliver man stadig mere syg og mindre rask. Man giver stadig mindre og modtager stadig mere. Man bliver mindre ansvarsfuld; mere ansvarsløs. Man skaber mindre; bruger mere. Man bliver mindre aktiv; mere passiv. Mindre dristig; mere modløs. Mere død; mindre levende”.
Og tað er júst hetta, ið vit síggja í Føroyum í dag. Mótloysi og lítil trúgv upp á egna megi, lítil framdráttur. Men hvat skulu vit halda, tá fremsti maður landsins sigur, at besta trygd fyri framtíðina er at hækka blokkstuðulin.
Nei, lat okkum steðga her. Lat okkum fáa Tjóðveldi og fullveldi á dagsskrá. Lat okkum fáa ferð á Føroyar, seta í gongd eina skipaða menning, eina skipaða tilgongd fram ímóti fullveldi.
Olga Biskopstø
Olga Biskopstø