Tey seinastu 8 árini hava um nakað verið sermerkt av politiskum dugnaloysi á einum so grundleggjandi støði, at sjálvt teir mongu livibreyðspolitikkarnir í Føroyum eiga at skamma seg. Ongantíð áður hevur tað verið sagt so nógv, lovað so nógv og samstundis hildið og gjørt so lítið.
8 ár eru lang tíð at stýra einum landi. Nóg long tíð til at taka avgerðir, føra tær fram og síggja úrslitini av teimum. Sum politikkari eigur ein at standa við tær avgerðir, ein tekur, sjálvandi skal ein læra av sínum feilum, men ein politiskur flokkur eigur at taka tær avgerðir og føra tann politikk, ið flokkurin sjálvur heldur vera rættan og, ið samstundis umboðar veljara floksins.
Av júst hesi orsøk tykist tað mær sera órógvandi og ikki minst fornermandi og niðurgerandi, at Tjóðveldi enn tann dag í dag skal hartast fyri alt, ið er hent í Føroyum tey seinastu mongu árini. Tað er ringt at leggja annað í hetta enn at flokkarnir, ið hava stjórnað Føroyum, ikki einans mangla veruligan politikk, men eisini eina kenslu av ábyrgd. Eg meini so við, at leggja eitt heilt land í knæ, bæði politiskt og fíggjarliga, fyri síðani at skylda uppá onnur, tað vísir ein væntandi politiskan moral, ið er óhugnaligur.
Hendan runukampagna hjá politisku flokkunum, hevur fyri teirra viðkomandi eina óhugnaliga positiva ávirkan á veljaran. Flokkanir vaksa, meðan sjálvur politikkurin fer í bakgrundina. Tá er tað, sum ein ávísur politikkari fyri stuttum segði, at flokkurin verður til eitt endamál í sær sjálvum. At tað so skuldi verða hansara egni flokkur og hansara samgongufelagi, hugsaði hann kanska ikki so nógv um í støðuni.
Føroya fólk hava júst sent tvey føroysk umboð í danska fólkatingið. Jólamannin sjálvan og ein sera dugnaligan sjónleikara. At tað vóru júst hesir báðir, ið vórðu sendir, tykist ikki so undarligt. Hvørjum dámar ikki jólamannin, ið kemur við pakkum einaferð um árið og hvør kann síggja gjøgnum leikin hjá sjónleikaranum, ið er so góður til tað, hann ger, at ringt kann verða at skilja millum mannin sjálvan og hansara leiklut sum sjónleikari. At leika Tjóðveldis ella –Javnaðarmaður, er neyvan nógv verri enn at leika Kári Cool ella Esmar Eysturoy, fyri ein dugnaligan sjónleikara. Hvussu tað fer at gangast teimum, kann einans tíðin vísa, kanska serliga um jólatíð og til Oscar heiðurslønirnar.
Og so er tað sjálvandi fiskivinnupolitikkurin, honum slepts ikki uttanum. Tjóðveldi verður fullkomiliga niðurskotið úr øllum ættum, nú hinir flokkarnir síggja, at fiskimaðurin ikki er nøgdur. Sjálvandi er hann ikki nøgdur, hann følir seg hóttan og veit ikki hvat fer at henda. Hetta sigur seg sjálvt, og er eisini lætt at skilja. Tað, ið øll tykjast at hava gloymt í hesum føri er, at Tjóðveldi og Framsókn stuðlaðu Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, fyri at hesir seinastu kundu varðveita valdið. Her eru 4 flokkar, ið eru farnir inn í eitt samstarv, eitt samstarv, ið umfatar fiskivinnupolitikkin.
Nú tá á stendur, er tað einans ein flokkur, ið stendur við ta avgerð, hann hevur tikið. So seint sum í gjár skjeyt Bjørn Kalsø við skørpum móti tjóðveldinum, ein politikkari, ið sjálvur hevur verið við til at skapa og bera henda nýggja fiskivinnupolitikk fram. Ivaleyst roynir hann einans at bloyta upp fyri nøkrum atkvøðum, serliga hjá sjómonnum, men hvar tað politiska trúvirði er í øllum hesum, tað er ein annar spurningur. Í staðin fyri at renna undan ábyrgd, hevði tað kanska verið eitt hugskot at sett seg niður, samstarva og funnið eina loysn uppá trupuleikan.
Alt hetta er tíanverri eitt prógv um, at í Føroyum verður meira vekt løgd á runukast enn veruligan politikk og at standa við hendan. Tískil er tíðin komin til at tekna ta kendu strikuna í sandin og siga, hertil og ikki longur. Fólkið í Føroyum hevur uppiborið meira og betur enn hesa skommina, ið forðar okkum at koma víðari.
Vónandi fer komandi løgtingsval at vísa okkum, at veruligar loysnir og politiskt dirvi, vigar meira enn ábyrgdarflýgging og runukastan.
Jógvan Arnason Djurhuus, formaður, Unga Tjóðveldið
Jógvan Arnason Djurhuus