Takk øll tit kring Føroya land fyri stuðulin til Tjóðveldi

9 November 2011
Skrivað hevur
Óluva Klettskarð


Hóast onnur hava egnt við løttum loysnum og boðskapum, vit neyvan fara at merkja nakað til, so sanna vit, at Tjóðveldi enn hevur púra greiða stevnu: vit vilja føroyskt sjálvræði, vit vilja framá í øllum lutum, fólki og landi at gagni.

Vit gera upp, nú veljarin hevur talað. Hóast stuðulin svitaðist nakað, og tað ikki vignaðist so væl, sum onkuntíð, so hava vit fingið gott fólk á ting. Vit megnaðu ikki umboðan úr øllum ættum, og hóast Norðoya valdømi var fyri bakkasti, so fara vit at halda á fram við starvinum, ið loysingarfólk troddu undan okkum.
Vit fara aftur at sigra, tí tey ungu fylkjast um stevnuna, og tann sak er jú klár: vit sjálvi verða frúur og harrar um nøkur fá ár....