Takk fyri stuðulin á valinum leygardagin

22 January 2008
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Serliga frøddi stuðulin til Tjóðveldi. At gerast størsti flokkur er eitt herðaklapp fyri rikna politikkin tey undanfarnu árini og ein álitisváttan til komandi valskeið.

Samlað var valið eisini eitt týðiligt tekin til politisku skipanina um broyting og eitt klárt ynski um eina gongda fullveldisleið.

Vónandi kemur stuðulin veljaranum til góðar, soleiðis at Tjóðveldi og fullveldiskreftirnar í hinum flokkunum fáa ávirkan á landsins leiðslu komandi árini.

Ein serstøk tøkk til tykkum 616 sum atkvøddu fyri mær persónliga.

Við Tjóðveldiskvøðu

Annita