Takk fyri stuðulin

10 December 2022
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Góðu tit øll, sum valdu Tjóðveldi á løgtingsvalinum.

Takk fyri álitið, tit settu á okkara stevnumið og á málini, vit hava sett á dagsskrá til hetta valið - og ikki minst á persónarnar, sum høvdu játtað at stilla upp og vera okkara fremstu stríðsfólk.

Í felag eydnaðist okkum aftur at seta seks teirra á ting. Tað fegnast vit stórliga um.

Næsta stig teirra er nú at seta so nógv av okkara málum - gerandismálum eins væl og stórmálum - í verk, sum til ber. Og næsta stig okkara, sum ikki sita á tingi, er framhaldandi at stuðla teimum og varðveita ein sterkan felagsskap kring tey og flokkin allan.

Takk fyri!

Meira um sama evni

No items found.