Takk fyri stuðulin

31 October 2011
Skrivað hevur
Meiningar

Tað er øgiliga harmiligt, at Tjóðveldi bara fekk 6 fólk inn :( men tað vísir, at vit ikki hava duga nóg væl at greitt frá okkara politikki. Vit hava heldur ikki klára at víst, at vit eru einasta veruliga alternativ til tann politikki, ið hevur viðført, at nógv í dag ikki klára at fáa endarnar at røkka saman, og at vit aftur hava veruligan stættarmun í Føroyum.


Hjartaliga tillukku til tykkum øll, sum eru komin inn - nú liggur framtíð Føroya í tykkara hondum:)
Tjóðveldi kemur sterkt aftur - Føroyar hava brúk fyri tí. Hetta sóu fólk ikki hesiferð:( vit hava eina minni men sterka manning á Løgtingi og tað fer uttan iva at geva úrslit. Nú er bert at vóna, at komandi samgonga fer at venda gongdini, heldur enn at sigla landið longur út á dýpi, har vit ikki grynna.

Blíðar heilsur
Olga Biskopstø

Olga Biskopstø