Eg eri nú formliga uppstillað til komandi løgtingsval, og takk havi Norðoya Tjóðveldisfelag fyri álitið.
Mínar politisku raðfestingar eru á vinnu- og sjálvbjargnisleið -tjóðarbygging og eitt samfelag fyri øll eru míni hjartamál.
Vit arbeiða fram móti einum sjálvbjargnum samfelag hvønn dag, og okkara lutur er at tryggja burðardygd, búskaparmenning og sosialan trivnað. Øll mál á løgtingi eiga at vigast á teirri vágskál, ið vigar dygd og sjálvbjargni. Er hetta best fyri land og fólk, ikki bert fyri tey fáu.
Føroyar eru eitt. Tí eiga vit at fremja landspolitikk, so økini í landinum eiga sín natúrliga sess. Lítið verður vunnið, skulu øll leita til Suðurstreym, men hinvegin er alt vunnið við spjaddari búseting. Økini skulu blóma heldur enn bløða burtur, og landsins myndugleikar eiga í størri mun at virka saman við kommununum at røkka hesum. Hóskiligt av íløgum kring alt landið er neyðugt, eins og virkast má fyri at tryggja búsetingina.
Heilsuverkinum tørvar nýhugsan. Til tess at sjúkraviðgerð skal vera nøktandi og fakliga dygg, so tørvar okkum væl skipaðar tilrættaleggingar, so smærru sjúkrahúsini eisini hava møguleika at virka í økjunum, og at hesi framyvir fáa týðandi viðgerðir, skapa tryggleika fyri økið og hava sergreinar, ið muna.
Vinnan eigur og skal hava bestu treytir at virka undir. Fiski- og alivinnan skal ikki einans virka í dag, men skal framtíðartryggjast. Og vegurin til varandi veiðu er lívfrøðilig burðardygd og nýskapan. Fiskivinnan hevur livað í óvissu í mong ár og hevur hildið ondini á hvørjum ári, landsstýrismaðurin skal taka støðu til, hvør skal fáa hvat. Tað er politisk ábyrgd at tryggja høvuðsvinnu okkara tryggar og kendar umstøður at virka undir.
Óluva Klettskarð, Tjóðveldi