Tað verður bygt land - kring alt landið

8 July 2019
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Svar upp á fyrispurning 82/2018 eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, settur Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, um skattainntøkur og løguútreiðslur

Hvussu nógv hava borgarar og fyritøkur, búsett í hesum økjum:

Norðoyggjum
Eysturoynni
Norðstreymoy
Suðurstreymoy
Vágunum
Sandoynni
Suðuroynni

goldið íalt í skatti og avgjøldum til landskassan í krónum og í lutfalli av heildini (%) fyri árini 2016, 2017 og 2018?

Hvussu nógv hevur landskassin gjørt løgur fyri í somu økjum í krónum og í lutfalli av heildini (%) í árunum 2016, 2017 og 2018?


Til spurning 1

Talvan niðanfyri vísur,hvussu nógv persónar og fyritøkur í ymisku økjunum samanlagt hava rindað íinntøkuskatti til landskassan. Endalig uppgerð fyri 2018 er ikki tøk enn, sotalan er um tøl fyri 2016 og 2017.

2016201720162017 Suðuroy 110 111 6% 6% Eysturoy 503 535 29% 29% Vágar 79 86 5% 5% Suðurstreymoy 715 743 41% 41% Norðurstreymoy 105 112 6% 6% Sandoy 24 25 1% 1% Norðoyggjar 201 212 12% 12% Alt landið (mió. kr.)1.7381.824100%100%

Til spurning 2

Flestu íløgur koma øllumsamfelagnum til góðar, uttan mun til, hvar í landinum tær verða framdar. Eittnú eru íløgur í samferðslukervið, útbúgvingar- og heilsuverk til frama fyri altlandið.

Spyrjarin spyr um íløgurbýttar á landafrøðilig øki í Føroyum í eitt 3 ára tíðarskeið. Her skal gerastvart við, at tá stórar íløgur verða gjørdar – so sum undirsjóvartunlar ogstørri bygningar – so fylla hesar lutfalsliga nógv í teimum øki tey verða bygd.Her ganga økini uppá skift, alt eftir, hvørji ár t.d. skúlar og tunlar verðabygdir júst í tí økinum.

Talva 1 niðanfyri vísurútreiðslurnar hjá Landsverk í nevndu økjum. Talan er um útreiðslur til nýgerðog viðlíkahald í sambandi við bygningar, vegir, havnir, flogferðslu og tunlar.

Gjørt verður vart við, ather er einans talan um tey arbeiðir, sum Landsverk hevur havt ábyrgd av.Undirsjóvartunlarnir til Eysturoynna og Sandoynna og játtanir til bygningar,sum Landsverk ikki hevur ræðisrættin á, eru ikki við í niðanfyristandandi talvu1. Útreiðslur, sum mugu sigast at verða felags fyri øll økini, og tí ikki kunnubýtast út á økir, eru heldur ikki við.

Uppgerðin frá Landsverker soleiðis, at tað ber ikki til at býta upp í Norður- og Suðurstreymoy.Uppgerðin er tí fyri Streymoynna samanlagt.

Talva 1. Býti av útreiðslum hjá Landsverki býtt áøki, í 1000 kr.

1000 kr. 201620172018Suðuroy21.7647.83717.745Sandoy12.4446.1143.146Vágar3.0852.5872.807Streymoy159.450234.647301.936 Av hesum til Glasir og Landssjúkrahúsið 121.526 193.637 249.751 Eysturoy21.1007.58814.027Norðoyggjar68.05218.01411.426Tilsamans285.895276.787351.087

Talva 2. Býti av útreiðslum í talvu 1 í %

201620172018Suðuroy8%3%5%Sandoy4%2%1%Vágar1%1%1%Streymoy56%85%86% Av hesum til Glasir og Landssjúkrahúsið 43% 70% 71% Eysturoy7%3%4%Norðoyggjar24%7%3%Tilsamans100%100%100%

Hartil kemur størstaíløgan í Føroya søgu. Íløgan í Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar.
Har hava løgu útreiðslurnar verið fylgjandi 2016-2018:

Talva 4. Eysturoyar- og Sandoyartunlar

201620172018 Eysturoyar- og Sandoyartunlar (1000 kr) 296.000 277.000 508.000

Bústaðir byggir hartilbústaðir kring landið, og bygt er fyri fylgjandi útreiðslur 2016-2018:

Talva 3. Bústaðir

201620172018 Bústaðabygging hjá Bústaðir (1000 kr.) 79.009 150.906 68.810

Íløgan íEysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin er sostatt nógv tann størsta íløgan hjálandinum árini 2016-2018.

Eftir hesar koma íløgur íLandssjúkrahúsið og Glasir, umframt eitt nú liðugtgerð av Viðarreiðistunlinum,og íløgur í bústaðir kring landið.

Landssjúkrahúsið er sumkunnugt ein íløga, ið allir borgarar landsins eiga lut í, og kann sjálvandiikki metast sum ein íløga, bert fyri eitt øki. Tað sama er galdandi fyri flestuaðrar íløgur, eitt nú í samferðslukervið, ið koma øllum landinum til góðar.

Glasir er ein bygningur,ið hýsir 3 miðnámsskúlum. Undanfarin ár eru miðnámsskúlar bygdir og endurnýggjaðirí Suðuroy, Vestmanna, Kambsdali og Klaksvík. Miðnámsskúlarnir í Suðurstreymoy,hava staðið aftast í bíðirøðini til endurnýggjan, men skulu síggjast sum parturav eini heildarætlan, har allir miðnámsskúlar kring landið eru endurnýggjaðir –nakrir heilt og aðrir partvíst – seinastu árini.

Fleiri íløgur eru farnarí gongd í 2019, og fyri framman standa eisini fleiri íløgur. Her ímillum tveirnýggir tunlar, Hvalbiartunnilin og Dalstunnilin, ið báðir eru farnir í gongd í2019, og Tunlarnir norður um Fjall, ið fara í gongd eftir, at Hvalbiartunniliner skotin ígjøgnum.

Nýtt skip verður í løtunibygt til Strandfaraskip Landsins, so betri og tryggari samband fæst tilútoyggjarnar.

200 mió. kr. eru hartil settarav til bygging av nýggjum bústovnum til fólk við serligum avbjóðingum, eins ogjáttan eisini er sett av til tjóðleikhús, hølir til Sjóvinnustýrið vesturi íVágunum, umframt skúlabygging í Kambsdali, Klaksvík, Sandoy og Suðuroy.

Harumframt eru eisiniaðrar íløgur á skrá kring landið komandi árini, eitt nú er meira sett av tilviðlíkahald av vegum og brúgvum kring alt landi.

Sostatt verður bygt land- kring alt landið.

í Tinganesi, 7. juli 2019

Kristina Háfoss

Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Meira um sama evni

No items found.