Tað skal verða bíligt at liva í Føroyum

4 October 2011
Skrivað hevur
Meiningar

Gerandisdagurin er ov dýrur hjá føroyingum við miðal- og láginntøkum. Tað er ein sannroynd. Vil tú hava prógv, er at fara ein túr til handils á evropeiska fastlandinum – um ráð eru til ferðaseðilin.


Tí síggi eg tað sum eina sera átrokandi politiska uppgávu at loysa, at fáa kostnaðarstøðið niður her á landi.
Eg havi onga lidna uppskrift upp á, hvussu tað verður gjørt, og eg ætli mær heldur ikki upp í superliberalistisku kórini, ið bara messa um lægri skatt og flatan skatt. Tó haldi eg, at skatturin á lønarinntøkur hevur nátt pínumarkinum.


Føroyski búskapurin er sperdur, og stóru fíggjarlógarhallini skulu minkast og verða burtur um fá ár. Tí skulu øll átøk og lyftir um fíggjarligar lættar eisini verða væl og virðiliga fíggjað.


Men okkurt má og skal gerast við kostnaðarstøðið, ið eg meti sum eina eins stóra hóttan móti samfelagnum, sum vantandi útbúgvingarmøguleikar og vantandi vitanartung arbeiðspláss.


Øll hesi trý, høga kostnaðarstøðið, vantandi útbúgvingarmøguleikar og ein alt ov lítil og trongur arbeiðsmarknaður fyri vælútbúgvið fólk, eru ógvusliga viðvirkandi til at steðga fólkavøkstrinum.


Útisetar aftra seg við at flyta heim aftur, og hugurin at rýma veksur hjá teimum, ið búgva her. Hetta seinna skundar serliga tað høga kostnaðarstøðið undir.


Skal hesum landinum verða lív lagað, so má gongdin vendast, so fólkatalið aftur tekur dyk á seg rætta vegin - uppeftir.


Eitt stig at venda gongdini er at seta sær sum mál, at tað skal verða bíligt at liva í Føroyum.

Ingolf S Olsen

Ingolf S. Olsen