Tað førir ongan veg at liggja stabil við kei.

19 November 2008
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Vit kappast um at selja land okkara fyri so lítlan penga sum gjørligt.
Jú bíligari vit vilja selja tjóð okkara, jú ivrigari eru vit eftir ábyrgdini av henni. Ein ikki sørt margháttlig støða í vanligum handli. Men sølan av Føroyum er ikki vanligur handil. Sølan av Føroyum til annað land er gjald fyri vald!

Lata vit valdið yvir land og sjóøki okkara til annað land, sum forrestin bara er 1/3 til støddar av okkara, so sleppa vit undan at taka fíggjarligu ábyrgdina av búskapi okkara.
So sleppa vit undan at taka endaligu ábyrgdina av tí sosiala partinum av samfelagnum.
Tí vit halda, at tann, sum vit vilja hava skal rinda fyri at átaka sær ábyrgdina, tekur ábyrgdina,. Ella vit hildu tað í øllum førum. Til vit fyri nøkrum fáum árum síðani komu í búskaparligt harðveður. Tá var trygdarnetið ikki har.

Vit hildu, at tað var partur av avtaluni í avhandanini av landi okkara. men tað var ikki har. Fólk mistu hús og heim, fólk rímdu av landinum, og tey sum eftir vóru, máttu rinda tað, sum tað kostaði at fara av knóranum.

Hevur tú vald, hevur tú ábyrgd, hevur tú ábyrgd,hevur tú rættindi. Men hetta vald og hesa ábyrgd og hesi rættindi siga vit einaferð um árið nei takk til.


Vit vilja heldur hava pengar enn vald
vit vilja heldur hava pengar enn ábyrgd
vit vilja heldur hava pengar enn rættindi.

Vald og ábyrgd av land og sjóøki er tað, sum øll onnur fólkasløg fara í kríggj, um tað skal verða, fyri at vinna. Men her sigur sambandsvongurin, nei, vit vilja heldur sleppa at rinda onkran stuðul her og sanera har og pjøssa der. Hatta við ábyrgd av øllum er so óyvirskoðiligt, at tað er lættari at lata verða.


Stabilitetur

Og so verður stabilitetur í ABC samgonguni sett upp ímóti fíggjarligum sjálvbjargni. Tað er møguligt at vegurin til frælsi, vegurin til egna ábyrgd krevur eitt vakið eyga, og eina greiða kós, og soleiðis krevur tað meira av okkum sum tjóð.


Men tað krevur so sanniliga eisini stabilitet. Stabiliteturin hjá ABC-samgonguni sigur, at vit fara ongastaðni,
Jákup sigur, at vit røra ikki fiskivinnuna,
Edmund sigur, at vit fara ikki inn í EFTA,
Jørgen sigur at vit fara ikki inn í ES,
Annika sigur at kommunuskattaskiipanin verður ikki broytt,
meðan løgmaður sigur, at hann meinar alt tað, sum hini meina. Og at vit fara ikki eftir fullveldinum, og lækka heldur ikki blokkin.


Hetta er tað, sum samgongan nevnir stabilitetur. Men hatta hevur onki við stabilitet at gera, hatta er bíðistøða, hatta er time-out uttan kós og strategi.

Vald og ábyrgd av landið og sjógvi er tað sum øll fólkasløg ynskja. Tað gevur teimum rættindi. Innlendis gevur slík skipan ábyrgd av samfelagnum,meðan uttanlands gevur hetta rættindi til landið. Tú sleppur í Norðurlandaráðið um tú vilt, inn í ES um tú vilt, tú sleppur í EFTA, um tú vilt, tú sleppur í ST um tú vilt. Og allastaðni har tú kemur sum limur, fært tú tey rættindi sum onnur fullveldi hava í hesum felagsskapum. Men vit vilja ikki. Vit kundu kanska hugsað okkum at verið limur í onkrum av hasum, men sum fullveldi, nei nei. Tá heldur atlimaskap, eygleiðarastøðu, og so ganga vit og billa okkum inn, at vit onkuntíð fáa limaskap, hóast vit ikki eru limir. Men gloymið tað, vit verða ongantið fulltiknir limir í felagsskapum, sum krevja fullveldi, uttan so at vit verða fullveldi. Vit verða hildin hen, so tað stendur eftir. .

Í staðin fyri hesi rættindi og hesar felagsskapir, vilja vit hava pengar. Við pengum kunnu vit fíggja sosialu krøvini, og við pengum kunnu vit fíggja lítlan part av búskaparligu ábyrgdina, sum onnur umsita fyri okkum.


So her er ein keypari sum dugir síni ting.

Hvat er tað ikki behagiligt at lata onnur fíggja alt tað, sum er so grundleggjandi í einum vælferðarsamfelag.

Ella hvussu er tað nú, er tað nú blokkurin sum fíggjar alt. Blokkurin er 5-6 % av BTÙ, og kortini verður bilt inn í føroyingin, at blokkurin er bróðurparturin av búskapi okkara. Tað er hann ikki.

Vit hava nú dúliga verið mint á at hesar mió er ætlaðar til serforsorg, fólkapensjón, heilsuverk og til fiskirannsóknarstovuna. Forbiið smart. Tikið verður fatur í kjarnuøkini í samfelagnum, og sagt verður, at hesi øki verða fíggja við blokkinum.


serforsorg, fólkapensjón, heilsuverk. Hvør vil verða hetta fyri uttan?

Hvør vil reisa seg og siga, at útlendingar skulu rinda fyri sosialu ábyrgdina her á landi. Tað ger sjálvsagt tann, sum heldur, at onnur skulu rinda heilsuverkið hjá okkum, sum heldur, at onnur skulu rinda fólkapensjónina hjá okkum, og sum heldur, at onnur skulu rinda serforsorgina hjá okkum. Men slíkur hugburður hugsar eisini at:


at okkara skattgjaldarar eiga at rinda fyri og taka ábyrgdina fyri feilíøgur hjá privatum partafeløgum.

At hesi somu ikki tora ella ynskja at gera langtíðarætlanir.


Ikki ynskja at gera upp við serskipanir og kreppuloysnir
Ikki ynskja at stovna búskapargrunn sum m.a. skal hýsa pengum frá privatiseringum, osfr

Og júst hetta manglandi dirvi, og manglandi álit á føroyingar ger, at skattgjaldarans peningur, sum eigur at taka alla ábyrgd av kjarnuøkjum okkara, hevur møguleika fyri ístaðin at taka sær av tí, sum avlagar kappingina, sum forðar fyri skottinum millum alment og privat, og sum forðar fyri, at serskipanir og kreppuloysnir verða avtiknar.

Við slíkum hugburði innbyggja vit ógvuslig sveiggj í búskapin. Vit taka eitt ár í senn. Í uppgongutíðum brúka vit alt tað, sum forvunnið verður og enntá væl afturat, og tá so niðurgongdin kemur, er onki at standa ímóti við og traðkast má ógvusliga á bremsina, og tá rakar tað altíð tey veikastu í samfelagnum.

Soleiðis vil tað altíð verða soleingi meirilutin á tingi heldur hánt um fíggjarligt sjálvbjargni og so leingi tað ikki verður stýrt eftir fullari ábyrgd.

Tí er besta tilmæli, at vit avlaga blokkin yvir eitt ávíst áramál. Og taka tey tøk, sum skulu til fyri at fáa hetta samfelagið fram á kós. Okkara besta boð er fullveldi, vilja tit ikki tað, gerið so annað sum eisini krevur langtíðarætlanir. Stovnsetið búskapargrunn. Gerið upp við serskipanir og kreppuloysnir, leggi kommunurnar saman, og kom við einum útjavningargrunni. Tað ljóðar ikki væl, tá ið kommunusamanleggingin nú skuldi parkerast í eini nevnd. Serfrøðingarnir hava langt síðani gjørt sítt arbeiði, nú eru tað politikkarnir sum skulu taka støðu.

Gera tit tað, so kunnu tit tosa um stabilitet.


Tað førir ongan veg at liggja stabil við kei.

Annita á Fríðriksmørk