Alt ov nógv fólk fáa ov lítið burturúr peningaliga at vera til arbeiðis. Tey arbeiða fulla tíð, men hava kortiniikki ráð at seta pening til viks. Tað kann ikki vera rætt.
Ja, vit skulu føra einábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, men hvat nyttar tað, at landið eigur nógvarpengar, tá vanlig fólk ikki hava ráð at seta nakrar eyka krónur til viks ummánaðin fyri at tryggja seg og síni.
Ja, landið skal leggja pening til viks til framtíðina, men vit kunnu ikki bara hugsa um framtíðina, vit mugu eisini hugsa um gerandisdagin.
Vit mugu fáa meira burturúrfíggjarliga av at verða á arbeiðsmarknaðinum. Tað er nú vit liva.
Vinaliga
Beinta Løwe
valevni
Tjóðveldi, listi E
