Sjálvandi skulu vit hava eina og helst tvær sterkar, føroyskar tjóðskaparrøddir valdar á Fólkating á valinum um tvær vikur.
Mær hevði dámt best, um danir einsamallir mannaðu sítt parlament, men tá tað nú er soleiðis fyriskipað, at tveir sessir sambært § 28 í donsku grundlógini SKULU veljast í Føroyum, so mugu vit í Tjóðveldi sjálvsagt royna at vinna teir, so teir ikki burtur av gerast enn ein pallur hjá teimum tíverri enn alt ov sterku sambandskreftunum her á landi.
Samanborið við Løgtingið er uppgávan hjá einum tjóðveldisumboði á Fólkatingi ikki so innviklað. Tað snýr seg um at brúka henda pallin til áhaldandi at berjast fyri okkara rættindum og kunna teir donsku fólkavaldu og danska fólkið um okkara støðu og um, hvat fyriferst her í landinum.
Tað er tí sum eitt slag av føroyskum sendiharra , at eg bjóði meg fram sum valevni til Fólkatingsvalið.
Stevna Tjóðveldis er fult tjóðskaparligt frælsi; fullveldi. Tað stríðið skal sjálvsagt vinnast her heima, men tað hevur stóran týdning at vinna virðing fyri hesari stevnu í teimum londum, sum vit einaferð – og heldur í dag enn í morgin – skulu samstarva við á jøvnum føti.
Tí hevur tað eisini stóran týdning at kunna umheimim og serliga danir um, hvat stríðið fyri einum frælsum, føroyskum fólkaræði í veruleikanum snýr seg um
Hetta sigi eg ikki, tí eg vil hava danskt vælsignilsi fyri føroysku strembanini eftir tjóðarfrælsi, men tí eg fegin vil, at vit ikki skapa óneyðuga øsing í Danmark móti hesi stremban – eina øsing grundað á fordómar og mýtur orsakað av vantandi kunning og sum bara kann verða tjóðarbyggingini her heima til ampa.
Vit skulu helst eisini hava eitt gott og vinarligt samstarv við Danmark, eftir at vit hava loyst.
Tey føroysku tjóðskaparligu sjónarmiðini eru seinastu nógvu árini væl og virðiliga komin fram og gjørd sjónlig í sjálvum Fólkatinginum og í teimum donsku ministeriunum. Tað hava føroysku tjóðveldisumboðini syrgt fyri, og hetta arbeiði er munandi styrkt av, at tey hava verið partur av Norðuratlantsbólkinum í Fólkatinginum. Hesin bólkur, sum eisini hýsir fólkatingsumboðnum úr grønlendska frælsisflokkinum Inuit Ataqatigiit, hevur megnað at skapa stóra virðing fyri sínum arbeiði í øllum flokkum í Fólkatinginum.
Men eru Fólkatingið og danskir myndugleikar væl kunnað, so er danska fjøldin tað ikki. Teirra fatan av Føroyum og føroyingum er í alt ov stóran mun merkt av mýtum og fordómum.
Tí síggi eg tað eisini sum eina stóra uppgávu hjá einum føroyskum Tjóðveldis-umboði á Fólkatingi at nýta henda pallin at røkka út til donsku fjøldina – út um Fólkatingið og ministeriegongirnar í Keypmannahavn. Millum annað við at fáa donsku miðlarnar at vísa størri áhuga fyri føroyskum sjónarmiðum.
Eg skal gera mítt besta at virka fyri hesum, um eg røkki einum fólkatingssessi.
Ingolf S. Olsen
valevni fyri Tjóðveldi