Tað er fátækt land sum ikki hevur ráð til listafólk

24 October 2011
Skrivað hevur
Meiningar


Vit hava eitt hitt ríkasta mentanarlívið í heiminum. Í mun til fólkatali er tað hugstoytt og vekir tað ans kring allan heim, at eitt samfelag sum okkara, hevur eitt so framúrskarandi ríkt mentanarlív.

G! Festivalurin, Summarfestivalurin, rithøvundar okkara, sjónleikarar okkara, listamálarar okkara eru øll við at marknaðarføra Føroyar í stóran mun, og tað er týdningarmikið, at hesi fáa treytir sum eru liviligar.

Í hesum eru eisini fleiri vinnuligir møguleikar. Fleiri hava nevnt Svøríki sum fyrimynd, har tónleikavinnan er ein hin størsta og týdningarmesta útflutningsvøran. Men sviar hava eisini havt sínar trupulleikar.

Í 1980unum var skattatrýstið so høgt, at tey flestu listafólkini rýmdu av landinum at søkja sær skattaskjól, við tí úrsliti, at landið onki fekk burtur úr hesum. Tey tóku sær heiðurin av at tey vóru fødd har, men onki lá eftir av vinningi í landinum.

Sviar lærdu av hesum og broyttu korini hjá skapandi fólki teirra, so at tey aftur kundu støðast í egnum landi.

Vit mugu geva listafólki okkara betri sømdir. Tað skal kunna bera til at vera kreativur uttan at svølta. Tjóðveldi ynskir at betra um korini hjá okkara listafólki, og eg vil brenna logandi fyri, at hetta verður gjørt.

Eg taki fult undir við og elski tað, Kristina Háfoss hevur skrivað um Tjóðleikhús til allar føroyingar – og annað - og hesum fari eg at arbeiða fyri. Men eisini eru stórir møguleikar at betra korini við at at hava eina listaútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya, samstundis sum vit styrkja okkara tónleikafrálæru í skúlanum, við Musikkskúlanum.

Vinnumálaráðið eigur at stovna eina útflutningsdeild fyri føroyska list, og á henda hátt fáa føroyska list út um landoddarnar í enn størri mun.

Tað er eisini týdningarmikið, at vinnan í størri mun samstarvar við mentanarheimin, tí at hesi í samstarvi fjølga um andliga ríkidømi okkara.

Men vit noyðast eisini at betra um korini hjá teim einstøku listafólkunum, soleiðis at tey ikki eru á avmaktarmarki, áðrenn pensilin nakrantíð er dropin í málingina.

Listalig eru ov dýr at skipa fyri og fleiri teirra eru farin á heysin, áðrenn tiltakið nakrantíð hevur verið. Hetta má broytast, og tí eru míni uppskot tvinni. At vit:

* At avtaka MVG-ið á listarlig tiltøk

* At fyrstu 75.000 krónurnar eru skattafríar

Munurin á at liva og at yvirliva hjá nógvum listafólki og tiltøkum, er MVG. Hesi somu tiltøk og listafólk eru ambassadørar fyri land okkara. Tí er tað umráðandi, at landið eisini er teirra ambassadørar.

Eg sigi ikki, at vit skulu oysa stuðul í høvdið á teim, men fyri tað kunnu vit lætta um trýstið á teim og ikki leggja ok á tey, so at tey missa hugin at virka her og fara aðrastaðni.

Petur Pólsson