Tá politisk hugmóð tekur valdið

26 October 2010
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Talan er um miðnámsskúlan í Hovi, sum skuldi flytast úr Vági, tí Tjóðveldi hevði tikið stig til ta byggingina og hevði grivið út til endamálið. Skúlin skuldi teknast av nýggjum, hóast tekningin í Vági var eitt valaprojekt, sum vann 1. premiu.

Hendan meirkostnað skuldi skattgjaldarin rinda.

Skúlin skuldi skundast ígjøgnum, so veljarin sá, at gongd var í málinum, tá løgtingsvalið var.
Meirkostnaðurin av hesum skundi skuldi skattgjaldarin eisini rinda.

Og kloakkleiðingin, sum kommunan skuldi taka sær av, skuldi ikki leggjast, áðrenn skúlin varð bygdur, tí tað hevði Javnaðarflokkurin ikki tíð at bíðja eftir. Og ein nýtist ikki at verða byggifrøðingar fyri at vit at tað krevur meirkostnað og tíð at byggja húsið fyrst og so leggja kloakkina!

Ùrslitið er eitt projekt, sum nú krevur stórar ábøtur, sum skattgjaldarin eisini má gjalda, og sum upprunaliga skuldi kosta 45 mió kr, men sum nú kostar meira enn 100 mió kr, og alt bendir á at skúlin kemur at kosta 10-tals miókr afturat vegna neyðugar umvælingar. Eisini hesum meirkostnað kann skattgjaldarin bíðja eftir

Ja, nú gevi eg Javnaðarflokkinum ákoyringina, og tað geri eg, tí tað er hann, sum er arkitekturin aftanfyri hesa politisku korruptión, men tað ger tað sjálvandi ikki frægari, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin tilvitað stuðlaðu teimum einmælt, soleiðis at tað var ein samd samgonga, sum leiddi skúlan í óføri.


Annita á Fríðriksmørk