Tá málið er at verða eygleiðari!

17 October 2008
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Er her onki mark fyri, hvussu vit spæla fólk í húsi? Vit vilja globalisera okkum, men ikki fullveldi. Vit vilja altjóðagera okkum, men ikki sjálvstøðugt. Vit vilja ES, EFTA, Norðurlandaráðið, ST men bara ikki ordiliga. Og nú komu teir gostoy aftur við hasi eygleiðarastøðuni. Ufff...

Tá vit gingu á læraraskúla, minnist eg, at vit ofta skuldu út á aðrar skúlar at “observera”, sum vit kallaðu tað tá. Og so skuldu vit analysera og tulka, og hvat vit annars kundu finna upp á eftir eina slíka eygleiðing.

Tá tú hevur eygleiðarastatus, so er tað tí, at tú antin ikki sært teg búnan at sita við borðið, ella tí at hini skulu brúka tína servitan innan øki, ella tí tú kanst virka sum meklari ella okkurt líknandi.

Tá vit gingu á læraraskúla, vistu vit, at um eina ásetta tíð, so eru vit útbúgvin og skulu tá taka við ábyrgd í flokkinum. Áðrenn tað skuldu vit antin studera, praktisera ella eygleiða. Men vit vistu, at hetta var í eitt avmarkað tíðarskeið. Men so er ikki við samgonguni.

Tey vilja studera, praktisera og eygleiða í óavmarkaða tíð. Málið er ikki at eygleiða seg búnan ella at vinna sær vitan. Nei nei, okkara endaligi status skal verða...... ein eygleiðarastatus!

Fyri trimum árum síðani var tað so øgiliga neyðugt at fáa tær uttanríkispolitisku heimildirnar samtyktar.

Tá sat ABC-samgongan eisini við valdið. Og Fólkaflokkurin, sum tá hevði klætt seg úr fullveldishaminum, royndi her at sannføra skuffaðar fólkafloksveljarar um, at uttanríkispolitisku heimildirnar vóru einasta alternativ til fullveldi, og at hesar fóru at slóða fullveldisgøtuna, sum flokkurin hevði droppað. Uttanríkispolitisku heimildirnar fóru at geva okkum sjálvstøðugan limaskap í øllum hugsandi altjóða felagsskapum, har danir ikki vóru limir. Einasta krav var, at vit vóru limir sum “kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne.” Hetta var lyftið, sum Fólkaflokkurin saman við B og C gav sínum og øðrum veljarum.

Og hvussu hevur so gingið? Tey hava bankað uppá í Norðurlandaráðnum, í ST og nú aftur í EFTA.

Danir eru ikki limir í EFTA. Hvør er so trupulleikin nú? Munnu ABC-flokkarnir ikki hava víst EFTA uttanríkispolitisku heimildarlógirnar? Og munnu ABC-flokkarnir ikki hava greitt EFTA frá, at Danmark lovaði okkum limaskap í EFTA, um bara vit samtyktu uttanríkispolitisku heimildirnar? Samgongan sigur nú, at hon fer at søkja sær ráð frá Per Stig Møller, so hann kann hjálpa okkum. Eg meinti annars, at hesar heimildirnar skuldu loyva okkum uttan um danskar myndugleikar, tá vit søktu um limaskap í felagsskapum, har Danmark ikki var limur.

EFTA-nevndin, sum er í Føroyum í hesum døgum, sigur, at umframt tað, at vit ikki eru fullveldi, so manglar teimum grundgevingar fyri, hví vit vilja í EFTA. Man samgongan so heldur ikki vita, hví hon ynskir limaskap?

Eg spyrji sum hini: hvat vil samgongan?


Annita á Fríðriksmørk.