Sviknar avtalur kring Sandoyartunnilin

11 January 2010
Skrivað hevur
Páll á Reynatúgvu


Svar upp á fyrispurning frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. S-31/2009:

Viðvíkjandi undirsjóvartunnilsætlanum hjá sitandi samgongu


Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvar í raðfestingini av tunlunum hjá sitandi samgongu er Sandoyartunnilin?


2. Nær fer landsstýriskvinnan at lýsa p/f Sandoyartunnilin?


3. Nær verður nevndin vald?


4. Verður staðbundin umboðan í nevndini?


5. Verður samgonguskjalið hildið, og avráddu pengarnir settir av á fíggjarlógini fyri 2010?


6. Nær byrjar sjálvt verkliga arbeiðið upp á Sandoyartunnilin?


7. Verður hildið ráðiligt at fara undir bæði Sandoyartunnilin og Skálafjarðartunnilin, í hesum valskeiðnum?

Svar

1. Hvar í raðfestingini av tunlunum hjá sitandi samgongu er Sandoyartunnilin?
Í samgonguskjalinum stendur, at arbeitt verður víðari við verkætlanini at gera fast samband um Skopunarfjørð. Ætlanin var at víðari prosjektering og útbjóðingartilfar v.m. skuldi gerast í 2009 og 2010, so arbeiðið kundi byrja í 2011.

Afturgongdin í heimsbúskapinum er eisini ein veruleiki fyri landskassan. Tað ger tað neyðugt at broyta raðfestingar og ætlanir. Løgtingsins fíggjarnevnd sigur í áliti sínum í løgtingsmáli nr. 22/2009, uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2010, at samgongu¬flokkarnir eru samdir um í hesum árinum at raðfesta allar verkætlanir, sum enn ikki eru settar í verk, í eini langtíðarætlan. Sandoyartunnilin er ein av hesum verkætlanum.

2. Nær fer landsstýriskvinnan at lýsa p/f Sandoyartunnilin?
Tað er ivi um, hvørt partafelagsformurin er tann mest hóskiligi til eina verkætlan sum Sandoyartunnilin. § 1 í partafelagslógini sigur: “Denne lov finder anvendelse på alle erhvervs¬drivende aktieselskaber”. Henda áseting sigur, at felagið skal vera eitt vinnurekandi felag, og í tí fyritreytini liggur, at tað skal hava til endamáls at geva fíggjarligt avkast. Eitt partafelag, sum skal byggja og reka ein tunnil undir Skopunarfjørð, fer ikki at lúka treytina um at vera vinnurekandi, tí mett verður, at eitt slíkt fer at hava umleið 1 mió. kr. í halli áðrenn avskrivingar og rentur. Tó eru her á landi tvey fordømi í P/F Vágatunlinum og P/F Norðoyatunlinum um, at landið hevur latið tunlar gera í almennum partafeløgum. Men hesi høvdu í 2008 ávikavist 3,7 og 5,3 mió. kr. í avlopi áðrenn rentur.

Síðani uppskotið um at stovna partafelag var lagt fyri Løgtingið, er komin í gildiløgtings¬lóg nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan. Eftir § 22 stk. 2 í lógini kann tað við átekning verða givin heimild til at flyta óbrúktar løgujáttanir til seinni fíggjarár. Sostatt hóskar seg betur at játta til tunnilin beinleiðis á fíggjarlógini eftir nýggju játtanarskipani heldur enn umvegis eitt partafelag.

3. Nær verður nevndin vald?
Eftir partafelagslógini skal eitt partafelag hava eina nevnd við í minsta lagi trimum limum, sum verða valdir á aðalfundi í felagnum. Nevndin verður vald fyrstu ferð á stovnandi aðalfundi.

4. Verður staðbundin umboðan í nevndini?
Tað er ikki nakar biðin um at vera í uppskoti til nevndarlim, og spurningurin um førleikar hjá nevndarlimum ella staðbundna umboðan hevur ikki verið viðgjørdur.

5. Verður samgonguskjalið hildið, og avráddu pengarnir settir av á fíggjarlógini fyri 2010?
Orsakað av búskaparligu støðuni í landinum og fíggjarligu støðuni hjá landskassanum er peningur ikki játtaður til Sandoyartunnil í løgtingsfíggjarlógini fyri 2010.

6. Nær byrjar sjálvt verkliga arbeiðið upp á Sandoyartunnilin?
Tá allar fyrireikingar eru lidnar, kann uppskot til nýggja verklags¬lóg, har endaliga upp¬skotið til verkætlan verður lýst nærri, leggjast fyri tingið. Arbeiðið kann bjóðast út eftir at víðari projektering og útbjóðingartilfar eru gjørd, og sjálvt verkliga arbeiðið kann fara í gongd 3-4 mánaðir eftir at tað er boðið út. Nær tað verður, veldst um búskaparligu støðuna í landinum, og hvat man hevur ráð at játta av peningi.

7. Verður hildið ráðiligt at fara undir bæði Sandoyartunnilin og Skálafjarðar¬tunnilin í hesum valskeiðinum?

Arbeiðsloysið er í løtuni um 5%, sum er meira enn ynskiligt. Landsverk metir, at framleiðsluorkan í byggivinnuni við minkandi virkseminum í landinum og í grannalondunum er so mikið ríkilig, at tað fyri tað kann haldast vera ráðiligt at fara undir tvær so stórar verkætlanir samstundis. Men tað, at peningur ikki er játtaður til endamálið í 2010, ber boð um, at tað ikki verður hildið ráðiligt at fara undir Sandoyartunnilin tá um tað játtanarliga ræður.

Tinganes, 8. januar 2010

Annika Olsen
landsstýriskvinna