Svar uppá fyrispurning viðvíkjandi verkætlanum í undirstøðukervinum

18 September 2009
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvør er orsøkin til óvanliga drálið, í mun til tær játtanir, Løgtingið hevur veitt til verkætlanir í undirstøðukervinum, eitt nú í Skálafirði, Leirvík, Rituvík o.s.fr.?


2. Nær kann væntast, at landsstýriskvinnan, Annika Olsen, fer at fylgja tingsins vilja, og fyrsti spakin verður settur í svørðin?


3. Hvussu nógv er brúkt av samlaðu játtanini til nýgerð av landsvegum í 2009?


4. Hvussu nógv er brúkt av einstøku játtanunum, t.d. í Skálafirði, Leirvík, Rituvík o.s.fr.?

Svar

Spurningur 1 og 2

Alment
Vanliga tíðin frá tí, at byrjað verður upp á eina verkætlan, til klárt er at bjóða út, íroknað viðgerð hjá friðingarmyndugleikunum, ognartøkur v.m., er 6 – 8 mánaðir. Tað merkir, at verkætlanir, ið játtaðar eru fyrst í einum ári, og har eingin fyrireiking er gjørd framman¬undan, kunnu, um alt gongur sum ætlað, bjóðaðast út í september ella oktober. Tað hevur fleiri ferðir verið víst á, at verkætlanir eiga at vera fyrireikaðar árið fyri, at ætlanin er at fara í gongd, fyri at kunna brúka játtanirnar tíðliga í árinum.

Vegur oman fyri bygdina í Skálafirði
Projekteringin er gjørd fyrra hálvár í ár. Málið varð sent lokalu friðingarnevndini 4. mai um veglinjuna og 24. mai um brúgvaloysnina, men nevndin bað um fleiri upplýsingar, serliga viðvíkjandi vegamótinum við vegin Millum Fjarða, har pendlarapláss, rundkoyring, atkoma til Statoilstøðina og til bygdina í Skálafirði skal gerast. Málið er framvegis til viðgerðar hjá friðingarmyndugleik¬un¬um, og verkætlanin verður útboðin, tá góðkenning er komin frá Yvirfriðingarnevndini. Væntandi kann øll játtanin brúkast í hesum árinum.

Rituvík
Í løgtingsfíggjarlógini fyri 2009 var játtað 2,0 mió. kr. til vegagerð oman fyri Rituvík. Í uppskoti til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2009 varð skotið upp at lækka játtanina við 1,0 mió. kr., so hon bleiv 1,0 mió. kr. Samsvarandi hesum ætlanum var ikki farið í gongd við arbeiðið beinanvegin, av tí at ætlanin var ikki at brúka meira enn 1,0 mió. kr. til ta verkætlanina. Tingið tók tó ikki undir við at lækka játtanina, men hækkaði tvørturímóti játtanina við 3,0 mió. kr. upp í 5,0 mió. kr.

Eykajáttanarløgtingslógin fyri apríl 2009 varð samtykt 14.05.2009, men ivi stakk seg upp, um ikki verklagslóg skuldi gerast, sum vanligt hevur verið tó við onkrum undantaki fyri verkætlanir yvir 3 mió. kr. Innlendismálaráðið vendi sær til Fíggjarmálaráðið fyri at fáa greiði á hesum ivaspurningi, og væl av samskifti var millum ráðini, til spurningurin varð greiddur. 23.06.2009 fekk Landsverk boð um at seta arbeiðið í gongd og sendi 25.06.2009 umsókn til friðingarmyndugleikarnar.

Eftir tí sum er upplýst, er verkætlanin til viðgerðar hjá Yvirfriðingarnevndini. Arbeiðið verður boðið út, tá Landsverk hevur fingið góðkenning frá lokalu friðingarnevndini, soleiðis at klárt er at fara undir arbeiðið, tá góðkenning kemur frá yvirfrið¬ingarnevndini. Um ikki ov long tíð gongur til viðgerðina hjá friðingarmyndug¬leikunum, ber til at nýta stóran part ella alla játtanina til endamálið í ár.

Vegur gjøgnum Leirvík
Tá ein høvuðsvegur við nógvari ferðslu verður lagdur gjøgnum eitt tætt bygt øki, eru nógv atlit at taka, so vegurin nervar bygdina og tað virksemi, ið har er, sum minst. Samráðingar hava verið við kommununa, har partarnir hava roynt at finna fram til ta mest optimalu loysnina, ið báðir partar kunnu góðtaka. Hesar samráðingar hava tikið drúgva tíð, og hava ført við sær nakrar justeringar av verkætlanini. Samráðingarnar eru nú lidnar. Kommunan hevur tó sett ymiskar treytir fyri at góðkenna verkætlanina. M.a. meta teir, at um ætlaða vegaføringin verður framd, gerst neyðugt at flyta núverandi bátahyl yvir um víkina, og at endurgjald skal rindast fyri økið, har nýggi vegurin kemur at liggja. Kommunan ætlar í hesum sambandi at seta fram krav um tær útreiðslur, henda flytingin kemur at føra við sær.

Arbeiðið er annars boðið út, men ein loysn, sum kommunan kann góðtaka, er dýrari enn verklagslógin loyvir, og tí má málið viðgerðast politiskt. So skjótt avgerð er tikin, verður sáttmáli gjørdur við arbeiðstakara og arbeiðið sett í gongd. Hvussu stórur partur av játtanini kann nýtast í ár, veldst um nær avgerð fellur.

Samanumtøka
Sum skilst er talan sostatt ikki um drál, men at neyðug tíð er nýtt til fyrireikingar, og til at fáa neyðug loyvi til vega. Nógvu seinastu árini er eydnast at nýta játtanina. Í ár er tó ein C-átekning á játtanini, og tað hevur við sær, at ikki ber til at flyta millum verkætlanir, um tað loypur av á eini verkætlan og manglar á eini aðrari fyri tað árið. Hetta kann føra til, at á eini játtan loypur av, meðan ein onnur má steðga í ótíð fyri at byrja aftur við ársskiftið, um játtan er til tað.


Spurningur 3 og 4

(1.000 kr.) Brúkt Ætlan Gjørdar
avtalur í 2009 (disponeringar)
Nýggir landsvegir
Øravík-Hov 624 2.600 1)
Vegagerð í Kallsoy (Portalar) 3.607 5.500 5.500
Leirvíkarvegurin (nýggja verkætlanin) 1.279 11.000 2)
Leynatunnilin 1.638 2.800 2.800
Dagføring av brúm og tunlum 937 4.600 4.600
Norð um Fjall 557 4.000 3.080
Skálavík-umbygging av havnini 1.021 1.000 1.000
Hvalbiartunnilin 181 1.500 0,700
Brúgvin um Streymin 219 7.000 7.000
Vegurin omanfyri Skálafjørð 642 5.000 3) 1,020
Rituvíkarvegurin 67 5.000 4) 0,250
Trygdartiltøk 1.143 7.500 7.500
Til samans 11.915 57.500 28.500

1) Um eykajáttan ikki verður játtað verður onki brúkt meira av hesi verkætlan. Um eykajáttanin kemur seint, verður trupult at nýta játtanina í ár.
2) Sí frágreiðing omanfyri
3) Sí frágreiðing omanfyri
4) Sí frágreiðing omanfyri


Sum sæst, so eru 11,9 mió. kr. brúktar sambært Búskaparskipan landsins, leiðslu¬kunning¬ar¬skipan¬ini . Hetta skal tó takast við størsta fyrivarni, tí vanliga er eitt fitt glopp millum skrásetta nýtslu og gjørd arbeiði, tí rokningarnar koma vanliga 1-2 mánaðir eftir at arbeiðini eru gjørd – í summum førum gongur enn longri tíð. Tí eru upphædd¬irnar, sum eru disponeraðar í løtuni, og koma at verða brúktar, settar í eina kolonnu fyri seg. Tað kunnu tó ymisk smærri frá¬vik vera í nýtsluni í mun til disponeringarnar.

Tað eru serliga Leirvíkarvegurin og Øravík-Hov, har ivasamt er, um til ber at nýta játtanina, meðan játtanirnar til vegin oman fyri Skálafjørð og Rituvíkarvegin væntandi verða nýttar.

Tinganes, 18. september 2009

Annika Olsen
landsstýriskvinna