Svar uppá fyrispurning Viðvíkjandi Sandoyartunlinum

7 September 2009
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar ætlanir hevur sitandi samgonga viðvíkjandi komandi Sandoyartunlinum?
2. Hvussu langt eru kanningarnar viðvíkjandi Sandoyartunlinum komnar, og hvat restar í?
3. Er linjuføringin fastløgd?
4. Hví varð verklagslógin um Sandoyartunnilin tikin av?
5. Kunnu vit vænta eina nýggja verklagslóg um Sandoyartunnil, og nær?
6. Nær verður arbeiðið viðvíkjandi Sandoyartunlinum boðið út?
7. Nær byrjar arbeiðið upp á sjálvan Sandoyartunnilin?
8. Nær verður Sandoyartunnilin liðugur?
9. Hvussu verður Sandoyartunnilin fíggjaður í byggitíðarskeiðnum og eftir, at hann er liðugur?
10. Hvør verður rakstrar- og íløgukostnaðurin fyri farleiðina komandi hundrað árini, um vit sammeta sjóvegis farleiðina við Sandoyartunnilin?

Svar

1: Hvørjar ætlanir hevur sitandi samgonga viðvíkjandi komandi Sandoyartunli-num?
Ætlanin er at stovna partafelag at gera fast samband millum Streymoy og Sandoy, og Løgtingið samtykti í vár løgtingslóg, sum heimilar landsstýrismanninum at stovna partafelagið. Ætlanin við hesum partafelag er í fyrstu syftu at savna pening saman til at fremja verkætlanina.

2: Hvussu langt eru kanningarnar viðvíkjandi Sandoyartunlinum komnar, og hvat restar í?
Í 2004 gjørdi Landsverk eitt upprit um fast samband millum Streymoynna og Sandoynna. Í uppritinum var millum annað ein leistur fyri víðari arbeiðið við verkætlanini lýstur. Uppritið umfataði eisini kostnaðarmeting og fíggingarmøguleikar, umframt ferðsluframrokningar.

Ymiskar jarðfrøðiligar og jarðtøkniligar kanningar eru gjørdar í sambandi við verk¬ætlan¬ina. Endamálið við kanningunum er at meta um: um tað ber til at gera ein tunnil, og hvar hann liggur best. Síðani verða neyvari kanningar gjørdar fyri at kanna økið við tilmældu linjuføringina og til at gera eina ætlan fyri prosjekteringina. Jarðfeingi lat Landsverki eina samlaða jarðfrøðiliga frágreiðing í 2007.

Í 2008 vóru gjørdar eyka seismiskar kanningar í Skopunarfirði millum Kirkjubø og Sandoynna. Ætlanin er eisini at gera stýrdar kjarnuboringar

Landsverk hevur arbeitt víðari við sunnaru tunnilsloysnini, sí kortið niðanfyri, og hevur í samstarvi við ráðgevar kannað hana nærri. Hesar kanningar, tekningar og útrokningar eru gjørdar:
1) Byggiprogrammið, sum nærri lýsir teknisku krøvini til tunnilin, er gjørt. Hetta umfatar val av standardi, breidd, hall, innrættan o.l.
2) Kostnaðarmeting. Metingin er gjørd út frá royndum frá líknandi verkætlanum í Føroyum og Noregi, og út frá valda standardinum.
3) Uppskot til forprosjekt. Prosjektið umfatar linjuføring, útrokningar, nærri tekningar, longdarskurð og tvørskurðir.
4) Váðameting av tunlinum. Metingin vísir, at hóast talan er um ein langan tunnil (10,5 km), so er trygdin nøktandi.

3: Er linjuføringin fastløgd?
Landsverk gjørdi í juni 2007 eitt notat um Sandoyartunnil og mælti til eina linjuføring, sum gongur frá Gomlurætt til Traðardal á Sandoynni uml. 500 m frá verandi landsvegi. Kortið niðanfyri vísir linjuføringina.

Mett verður, at jarðfrøðiligu viðurskiftini at gera tunnilin verða vánarligari, longur suður um Kirkjubø farið verður. Tí varð mælt til at fara út undir fjørðin longu við Kirkjubø¬hólm.

4: Hví varð verklagslógin um Sandoyartunnilin tikin av?
Ætlanirnar, sum greitt frá undir 1. spurningi, eru nakað broyttar samanborið við tað, sum var ásett í løgtingslóg nr. 119 frá 12. desember 2007 um farleið millum Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Tí varð hon sett úr gildi.

5: Kunnu vit vænta eina nýggja verklagslóg um Sandoyartunnil, og nær?
Í viðmerkingunum til uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at gera fast samband um Skopunarfjørð, løgtingsmál nr. 146/2008, verður sagt, at uppskot til nýggja verklags¬lóg, har endaliga uppskotið til verkætlan verður lýst nærri, verður lagt fyri tingið, tá allar fyrireikingar eru lidnar.

6: Nær verður arbeiðið viðvíkjandi Sandoyartunlinum boðið út?
Um víðari projektering og útbjóðingartilfar verður gjørt í 2009 og 2010, kann arbeiðið bjóðast eftir tað. Men hetta er tó treytað av, at fíggingarleistur og fígging eru funnin og fingin til vega.

7: Nær byrjar arbeiðið upp á sjálvan Sandoyartunnilin?
Arbeiðið kann fara í gongd 3-4 mánaðir eftir, at arbeiðið er boðið út.

8: Nær verður Sandoyartunnilin liðugur?
Mett verður, at arbeiðið kann gerast eftir 4 árum.

9: Hvussu verður Sandoyartunnilin fíggjaður í byggitíðarskeiðnum og eftir, at hann er liðugur?
Ætlan landsstýrisins er ikki at skipa tunnilsarbeiðið sum vanliga landsvegagerð við játtan beinleiðis á løgtingsfíggjarlógini so hvørt arbeiðið fer fram, sum nevnt undir 1. spurningi. Á fíggjarløgtingslógini fyri 2009 eru 2,0 mió. kr. játtaðar til forkanningar í sambandi við verkætlanina at gera undirsjóvartunnilin. Í viðmerkingunum til játtanina stendur m.a.: ”Av játtanini kann landsstýrið fara undir at seta á stovn partafelag”.

Byggingin verður fyri ein part fíggjað við lántøku.

Við støði í royndum frá líknandi tunlum er rakstrarkostnaðurin av tunlinum mettur til uml. 8 mió. kr. árliga tey fyrstu árini. Harumframt eru útreiðslur til umsiting av partafelagnum, herundir innkrevjing av nýtslugjaldi. Inntøkan av bummpengum er upplatingarárið mett til góðar 7 mió. kr. Mælt verður til, at somu prísir eru galdandi, sum fyri hinar almennu undirsjóvartunlarnar.

Við verandi ferðslunøgd er ikki møguligt, at bummpengarnir kunnu fíggja tunnilin. Sostatt kann landsins partur til dømis vera 70 mió. kr. um árið í 6 ár fyri síðani at minka, so hvørt lániskuldin verður niðurgoldin. Hetta er tað tó ikki tikin støða til enn, og samansetingin broytist alt eftir hvørjum fyritreytum roknistykki er gjørt út frá.


10: Hvør verður rakstrar- og íløgukostnaðurin fyri farleiðina komandi hundrað árini, um vit sammeta sjóvegis farleiðina við Sandoyartunnilin?


Fyritreytirnar fyri útrokningini eru hesar:


Sammetingin snýr seg um rakstrar- og íløgukostnað fyri landskassan.
Íløgukostnaður tunnil: 750 mió. kr. Nýtt tunnilsrør fyri 900 mió. kr. 50 ár eftir tað fyrsta.
Rakstrarkostnaður tunnil: 8 mió. kr..
Íløgukostnaður nýggj ferja: 80 mió. kr. Nýggj ferja (somu stødd) hvørt 25. ár, hvør 10 mió. kr. dýrari enn undanfarna.
Rakstrarkostnaður ferja: 8,8 mió. kr. í meðal.
Íløgukostnaður ferja bert Hestleiðin: 20 mió. kr. Nýggj ferja (somu stødd) hvørt 25. ár.
Rakstrarkostnaður bert Hestleiðin: 3 mió. kr. um árið.
Rakstrarkostnaður havnir: 250 tús. kr. um árið fyri hvørja havn.
Diskonteringsrenta, nominel: 6% p.a.
Prísvøkstur: 2% p.a.
Lánirenta 6%.
Afturgjaldstíð 10 ár, eftir at byggingin er liðug.

Grundað á hesar fortreytir verða samlaðu íløgu- og rakstrarútreiðslurnar í 100 ár í nútíðarvirði útroknaðar til 967 mió. kr. fyri tunnilssamband og 298 mió. kr. fyri ferjusamband. Í talinum fyri tunnilssambandinum er íroknað rakstrarkostnaðurin av ferjuni, meðan tunnilin verður bygdur, og íløgu og rakstrarkostnaðurin av at reka Hestleiðina, eftir at tunnilin er tikin í nýtslu. Í talinum fyri ferjusambandinum eru roknaðar útreiðslur til bæði Sandoyar- og Hestleiðina.

Hetta merkir, at íløga og rakstur av tunnilssambandinum (íroknað Hestleiðina) í 100 ár samanlagt er væl dýrari enn íløga og rakstur av ferjum í 100 ár. Tølini skulu takast við størsta fyrivarni. Talan er um eina meting, og stór óvissa er á henni, tí tølini vilja broytast alt eftir, hvørjar fyritreytir ein leggur til grund fyri roknistykkinum, og harafturat er tíðarskeiðið langt. Kortini koma smærri broytingar í fyritreytunum ikki at føra til aðra niðurstøðu. Til tess er munurin á tølunum ov stórur.

Tað skal eisini leggjast afturat, at tað ikki er vanligt at rokna við so langari tíð, sum spurt verður um, nevniliga 100 ár. Tá ið samfelagsbúskaparligar útrokningar verða gjørdar av slíkum verkætlanum, verður vanliga roknað við í mesta lagi 30 ár, tí tað er trupult at gera framskrivingar so langt fram í tíðina á samferðsluøkjunum. Dømi um verkætlanir, sum hava havt eina avmarkaða funktionella livitíð eru einsporaðu tunlarnir. Ferjulegurnar í Vestmanna og Leirvík eru dømi um avmarkaða búskaparliga livitíð.

Hetta merkir, at hóast Sandoyartunnilin verður væl viðlíkahildin, kann livitíðin vera avmarkað, tí samfelagsmenningin ger, at nýtsluvirðið minkar. Hetta kann t.d. vera, um akførini gerast hægri ella breiðari, so tunnilin verður ov lágur ella smalur; ella um ferðslan veksur so mikið nógv, at kapasiteturin gerst ov lítil; ella um trygdarkrøv hava við sær, at neyðugt er at skilja mótkoyrandi ferðslu í tunnil fyri seg. Roknað er tí við, at neyðugt er at gera ein tunnil afturat 50 ár eftir, at fyrsti Sandoyartunnilin er liðugur. Hetta hevur tó ikki avgerandi ávirkan á útrokningina, tí hetta liggur so langt frammi í tíðini, at diskonteraða virðið av útreiðsluni er lutfalsliga lítið.

At enda kann eg vísa til Samferðsluætlanina 2008-2020, har samfelagsnyttan í mun til kostnað er við táverandi fyritreytum gjørd upp til eitt hall á 384 mió. kr. samanborið við verandi farleið.

Tinganes, 28. august 2009

Annika Olsen
landsstýriskvinna