Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið viðvíkjandi kommunusamanlegging?
2. Kann væntast, at verandi kommunustýrir sita alt valskeiðið, ella at nýval verður í úrtíð?
3. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið viðvíkjandi sanering av mest skuldarbundnu kommununum í landinum?
4. Kann hugsast, at hægsta mark fyri loyvdari kommunuskuld verður ½ álíkning?
5. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið viðvíkjandi inntøkujavningarskipan millum kommunur í Føroyum?
6. Kann landsstýriskvinnan/landsstýrimaðurin útvega Løgtinginum eitt yirlit yvir tey málsøki, sum eru býtt millum land og kommunur, og greiða Løgtinginum frá, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur til tess at fáa greitt uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur?
Svar
Fyrsti spurningur: Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið viðvíkjandi kommunu-samanlegging?
Í januar í ár setti eg ein arbeiðsbólk at gera uppskot til umskipan av kommunala geiranum. Ætlanin var, at kommunala umskipanarnevndin skuldi verða liðug við uppskot sítt á Ólavsøku í ár, men arbeiðið er seinkað og verður liðugt 1. oktober í ár.
Nevndin skal m.a. gera uppskot um: Kommunueindir við støði í løgtingslóg nr. 12 frá 22. februar 2007 um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv. Í sambandi við lógarbundnar uppgávur skal nevndin koma við tilmæli um, hvørjar tær kommununalu eindirnar skulu verða, og hvussu hesar skulu skipast. Áðrenn tilmæli fyriliggur, haldi eg tað vera ov tíðliga at siga, hvørja ætlan, landsstýrið hevur, men tað er mín vón, at hetta er ein spurningur, vit fáa greitt seinni í heyst.
Annar spurningur: Kann væntast, at verandi kommunustýrir sita alt valskeiðið, ella at nýval verður í úrtíð?
Tað er ov tíðliga at svara hesum spurningi, men skal valskeiðið styttast hjá kommunustýrinum, er hetta ikki gjørligt uttan samtykki frá Løgtinginum, tí hetta krevur lógarbroyting.
Triði, fjórði og fimti spurningur: Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið viðvíkjandi sanering av mest skuldarbundnu kommununum í landinum? Kann hugsast, at hægsta mark fyri loyvdari kommunuskuld verður ½ álíkning? Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið viðvíkjandi inntøkujavningarskipan millum kommunur í Føroyum?
Í arbeiðssetninginum havi eg eisini álagt nevndini at gera uppskot um: Millumkommunal javningarskipan. Allar kommunur verða javn¬settar mótvegis lóggávuni, t.e. at tær allar skulu loysa tær somu uppgávurnar. Við hesi javningarskipan skal miðast eftir, at allar kommunur eru fíggjarliga førar fyri at loysa tær komm¬unalu uppgávurnar, sjálvt um umstøðurnar hjá teimum ikki eru tær somu. Javningarskipanin skal tí fevna um javning av muni í inntøkugrundarlagi pr. borgara og í útreiðslutørvi pr. borgara.
Spurningurin um sanering og ásetan av lánilofti fyri kommunurnar, vænti eg, verður viðgjørdur í sama viðfangi, tá vit viðgera hvussu vit í framtíðini skipa kommunalu fíggingina. Hetta eru alt spurningar, sum verða tiknir framm seinni í heyst; tí er ov tíðliga at svara ítøkiliga longu nú.
Sætti spurningur: Kann landsstýriskvinnan/landsstýrimaðurin útvega Løgtinginum eitt yvirlit yvir tey málsøki, sum eru býtt millum land og kommunur, og greiða Løgtinginum frá, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur til tess at fáa greitt uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur?
Eitt ikki dagført yvirlit er at finna í “Staðfesting og raðfesting av uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, sum ein arbeiðsbólkur gjørdi í 2001.
Í arbeiðsetninginum er m.a. ásett, at ætlanin við umskipanini er at flyta tey økir, sum kunnu flytast til kommunurnar, og soleiðis fáa eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur.
Hetta greiða uppgávu- og ábyrgdarbýti skal byggja á tríggjar meginreglur:
1. Fíggjarliga ábyrgdin skal fylgja avgerðarrættinum
2. Uppgávurnar verða loystar, so tær eru fullgóðar sam¬fel¬agsbúskaparliga, men so nær borgarunum, sum til ber
3. Uppgávur, ið verða lagdar til kommunurnar, skulu kommunurnar vera førar fyri at røkja sjálvstøðugt, og tað skal bera til at laga uppgávurnar til tann staðbundna tørvin
Eg havi álagt nevndini at gera uppskot um: Raðfesting av greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Allýsing verður gjørd av ábyrgdarøkjum, so sum eldraøkið, fólkaskúlin, vegakervið og aðrar uppgávur, sum kunnu flytast kommunum at umsita. Gerast skal ein ítøkilig raðfesting, ið ásetur hvørji økir, í hvørjari raðfylgju og nær hesi verða løgd til kommunurnar. Fyrsta stóra øki verður lagt til kommunurnar 1. januar 2011.
Tað við siga, at seinni í heyst er yvirlitið, sum spyrjarin sóknast eftir, ætlandi tøkt.
Tinganes, 28. august 2009
Annika Olsen
landsstýriskvinna