Svar uppá fyrispurning

7 September 2009
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Spurningar:

1) Hvussu nógvar løgukrónur eru játtaðar í alt seinastu 5 árini?
2) Hvussu nógvar løgukrónur eru nýttar hesi árini?
3) Hvussu eru løgukrónurnar játtaðar, býtt á gomlu valdømini?
4) Hvussu eru løgukrónurnar nýttar, býtt á gomlu valdømini?
5) Hvussu nógvar løgukrónur hjá almennum partafeløgum eru nýttar hesi árini, býtt á gomlu valdømini?
6) Hvussu nógvar løgukrónur hjá millumkommunalum felagsskapum eru nýttar hesi árini, býtt á gomlu valdømini?
7) Hvussu nógvar løgukrónur hjá kommunum eru nýttar hesi árini, býtt á gomlu valdømini?
8) Hvussu stór er privata skuldarbindingin í hesum tíðarskeiði, býtt á gomlu valdømini?
9) Hvussu stór er partafelagsskuldarbindingin í hesum tíðarskeiði, býtt á gomlu valdømini?
10) Hvussu stórur er vøksturin í føstum/leypandi prísum í rakstrarútreiðslunum, ár fyri ár, seinastu 5 árini?
11) Hvørjar økisætlanir hevur sitandi samgonga til tess at tryggja arbeiði og búsetingarmøguleikar kring landið alt?
12) Hvussu verða virksemisskapandi tiltøkini í Ólavsøkupakkanum spjødd til gomlu valdømini í 2010, 2011 og 2012?

Svar:

Ad. 1. Tíðarskeiðið 2005-2009 eru netto 1.196.435.000 kr. játtaðar til løgur á løg¬tings¬¬fíggjar¬lógunum, sí talvuna niðanfyri. Brutto er játtað nakað meira orsakað av ymsum sølum, ið eru játtaðar gjøgnum árini.

Yvirlit yvir játtaðar løgur 2005-2009
Tús. kr. 2005 2006 2007 2008 2009* Tilsamans
Løguútreiðslur, brutto 257.500 337.400 358.965 278.170 237.650 1.469.685
Søla av løgum o.ø. 81.550 54.600 87.100 36.400 13.600 273.250
Løgur, netto 175.950 282.800 271.865 241.770 224.050 1.196.435
2009*: Ár 2009 er íroknað eykajáttanir per 1. september 2009

Útyvir játtanirnar á figgjarlógini eru eisini ymiskar løgukendar játtanir til almenn partafeløg, til dømis til P/F Norðoyatunnilin (172,5 mió. kr. í tíðarskeiðnum 2005-2009) og til P/F Vága Floghavn (165 mió. kr. í tíðarskeiðnum 2008-2009).

Ad. 2. Niðanfyri er víst, hvussu nógvar løgukrónur eru nýttar hesi árini. Tølini fyri árini 2005-2008 eru úr landsroknskapinum. Talið fyri 2009 eru játtanarartøl per 1. september.

Yvirlit yvir nýttar løgur netto 2005-2009
Tús. kr. 2005 2006 2007 2008 2009* Tilsamans
Løgur 200.752 267.654 291.841 231.745 224.050 1.216.041
2009*: Játtanartøl per 1. september eru brúkt fyri 2009

Munurin millum játtanartøl og roknskapartøl stavar oftast frá, at játtaðar sølur ikki vóru framdar.

Ad. 3. Niðanfyri er víst, hvussu løgujáttanirnar á fíggjarlógini eru býttar á gomlu valdømini frá 2005 til 2009, bæði árini íroknað.

Yvirlit yvir játtaðar løgur 2005-2009 býtt á gomlu valdømini
Tús. kr. 2005 2006 2007 2008 2009 Tilsamans
Norðoya valdømi 9.000 9.600 11.200 15.200 13.000 58.000
Eysturoyar valdømi 19.650 32.700 32.000 9.550 21.000 114.900
Norðstreymoyar valdømi 9.900 13.000 16.500 23.900 10.300 73.600
Suðurstreymoyar valdømi 38.600 75.400 38.015 68.050 58.750 278.815
Vága valdømi 4.500 3.800 0 6.600 0 14.900
Sandoyar valdømi 3.500 11.000 9.100 6.000 8.500 38.100
Suðuroyar valdømi 79.900 85.800 102.400 56.300 11.500 335.900
Ógreinað 10.900 51.500 62.650 56.170 101.000 282.220
Tilsamans 175.950 282.800 271.865 241.770 224.050 1.196.435

Tað gevur ikki eina heilt rætta mynd av gongdini í landskassafíggjaðu íløgunum, bert við at hyggja at løgujáttanum tíðarskeiðið 2005-2009, tí at týðandi partar av samferðsluútbyggingunum liggja í almennum partafeløgum, hvørs íløgur vera heilt ella partvíst fíggjaðar umvegis fíggjarlógina. Tey seinastu árini hevur tað serliga verið í P/F Vágatunnilin, P/F Norðoyatunnilin og P/F Vága floghavn, har stórar íløgur hava verið avhildnar í partafeløgum, men har munandi fígging hevur verið úr landskassanum.

Ad. 4. Niðanfyri er víst, hvussu nógvar løgukrónur eru brúktar frá 2005 til 2009, bæði árini íroknað,sett upp eftir sama leisti sum omanfyri. Tølini fyri 2005-2008 eru grundað á roknskapartøl. Tølini fyri 2009 er fíggjarlógin 2009 + eykajáttanir fram til 1. september.

Yvirlit yvir íløgur netto 2005-2009 býtt á gomlu valdømini
Tús. kr. 2005 2006 2007 2008 2009* Tilsamans
Norðoya valdømi 3.825 7.320 9.431 16.888 13.000 50.464
Eysturoyar valdømi 22.960 33.104 28.191 9.614 21.000 114.869
Norðstreymoyar valdømi 8.270 6.450 15.815 26.366 10.300 67.201
Suðurstreymoyar valdømi 55.164 80.516 76.125 71.762 58.750 342.318
Vága valdømi 9.408 2.718 0 179 0 12.304
Sandoyar valdømi 3.321 3.076 4.219 1.595 8.500 20.711
Suðuroyar valdømi 54.508 84.529 93.195 64.146 11.500 307.879
Ógreinað 43.296 49.940 64.863 41.195 101.000 300.294
Tilsamans 200.752 267.654 291.841 231.745 224.050 1.216.041
2009*: Í 2009 eru nýtt játtanartøl per 1. september


Ad. 5. Tað framgongur ikki av spurninginum, hvussu spyrjarin allýsur almenn partafeløg, men tað kann upplýsast, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru gjørdir av almennum partafeløgum. Vágatunnilin var gjørdur í tíðarskeiðnum 2000 til 2002 og kostaði um 280 mió. kr. Norðoya¬tunnilin varð gjørdur í tíðarskeiðnum 2003 til 2006 og kostaði knappar 400 mió. kr. Eisini eru 165 mió. kr. fluttar P/F Vága floghavn til útbygging av flogvøllinum, men er tann upphæddin í lítlan mun brúkt per dags dato.

Fíggjarmálaráðið hevur annars ikki øðrvísi innlit enn almenningurin í roknskapartølini hjá parta¬feløg¬um, eiheldur almennum partafeløgum. Fíggjarmálaráðið hevur tí ikki serligt innlit í, hvussu partafeløg leggja sínar íløgur landafrøðisliga.

Ad. 6. Fíggjarmálaráðið hevur ikki nakað yvirlit yvir, hvussu kommunalir felagskapir hava raðfest sínar løgur býtt á gomlu valdømini.

Ad. 7. Niðanfyri sæst yvirlit yvir íløgur hjá kommununum, býtt á ymisk økir. Av ávísum orsøkum, serliga at kommunubygnaðurin í Eystur- og Streymoynni ikki samsvarar við uppbýtið í gomlu valdømunum, er uppsetingin broytt, soleiðis at Sundalagsøkið er núverandi Sunda og Eiðis kommunur, Eysturoyarøkið er Eysturoyggin annars, og Streymoyarøkið er Streymoyggin frároknað tað, ið er við í Sunda kommunu.

Yvirlit yvir íløgur hjá kommununum netto 2005-2009 býtt á økir
Tús. kr. 2005 2006 2007 2008 2009* Tilsamans
Norðoya øki 46.559 71 78.546 60.138 30.335 215.649
Eysturoyar øki 57.561 101.359 132.419 179.309 76.754 547.402
Sundalagsøkið 24.783 13.547 26.021 24.122 6.023 94.496
Streymoyar øki 134.657 137.555 176.508 313.004 193.935 955.659
Vága øki 13.962 34.286 36.717 29.938 32.435 147.338
Sandoyar øki 3.514 9.647 2.138 13.176 1.736 30.211
Suðuroyar øki 9.983 13.575 19.137 31.884 7.680 82.259
Tilsamans 291.019 310.040 471.486 651.571 348.898 2.073.014
2009*: 2009-tølini eru fíggjarætlanartøl


Ad. 8 og 9. Tað finnst ikki ein uppgerð yvir privatu skuldarbindingina og skuldar¬bindingina hjá partafeløgum, býtt á valdømir. Tað er tí ikki gjørligt at svara hesum báðum spur¬ningun¬um.

Ad. 10. Spyrjarin útgreinar ikki, hvat hann meinar við rakstrarútreiðslur, og verður rakstur í svarinum skilt sum øll fíggjarlógin frároknað løgur og § 20 (t.e. skattir og rentur), tí talvuna niðanfyri.

Rakstur í leypandi og føstum prísum
Játtanarslag 2005 2006 2007 2008 2009
Rakstrarjáttan 2.015.856 2.109.526 2.283.091 2.483.745 2.537.291
Lógarbundin játtan 1.195.753 1.189.704 1.239.385 1.395.540 1.476.544
Landsfyritøka 71.683 84.224 104.165 136.157 106.555
Onnur játtan § 20 183.849 194.767 140.384 235.791 202.692
Rakstur í leypandi prísum 3.467.141 3.578.221 3.767.025 4.251.233 4.323.082
Vøkstur í mun til árið fyri 3,2% 5,3% 12,9% 1,7%

Brúkaraprístalið 103,9 106,2 109,1 116,4 115,4
2005=indeks 100 100,0 102,2 105,0 112,0 111,1

Rakstur í føstum 2005-prísum 3.467.141 3.500.727 3.587.478 3.794.700 3.892.272
Vøkstur í mun til árið fyri 1,0% 2,5% 5,8% 2,6%

Vøksturin í leypandi prísum sæst í fyrstu deiltalvuni, til dømis veksur raksturin 5,3 % frá 2006 til 2007.

Í aðru og triðju deiltalvum verður vøksturin í føstum prísum roknaður og settur upp. Tað skal viðmerkjast, at fyri Føroyar er ikki nakar prísdeflator fyri almennar útreiðslur, og er tí heldur brúkt brúkaraprístalið til at umrokna til fastar prísir. Tað er tí greitt, at í tann mun vøksturin í brúkaraprístalinum víkir frá prísdeflatorinum fyri almennar útreiðslur, er útrokningin ikki røtt.

Tað sæst, at orsakað av prísvøkstri (inflatión) er vøksturin í føstum prísum nakað væl minni enn vøksturin í leypandi prísum, og at munurin er serliga stórur í 2008, tá tað var óvanliga stórur vøkstur í brúkaraprístalinum.


Tað kann tó argumenterast fyri, at av tí at stórur partur av almennum útreiðslunum er lønir og flytingar, at útrokningin fyri útreiðsluvøksturin í føstum prísum í 2008 verður undirmettur við at nýta brúkaraprístalið. Orsøkin er, at prísstøðið vaks skjótari enn lønarlagið í 2008, m.a. orsakað av oljupríshækkanunum tað árið.

Ad. 11. Seinastu árini er rættuliga nógv gjørt fyri at betra um livi- og vinnumøguleikarnar kring landið. Nevnast kann m.a. Norðoyatunnilin, ið var liðugur í 2006, keypið av Smyrli, ið bøtti munandi um vinnu- og bústaðarmøguleikarnar í Suðuroy, gerð av skúlum, m.a. í Hovi og í Vestmanna, og ymiskt annað. Meira kann og skal tó sjálvandi gerast, tó at tað er sera týdningarmikið, at tiltøk eru væl avbalanserað við málið at fáa langtíðarjavnvág á fíggjarlógina.


Av tiltøkum, ið landsstýrið longu hevur givið grønt ljós til at seta í verk kunnu nevnast m.a. ein røð av røktarheimum kring landið, ítróttarhøllin á Sandoynni og útbyggingin av flogvøllinum í Vágunum, ið øll fara at skapa nógv arbeiði komandi tíðina. Virksemisskapandi tiltøkini at bjálva og umvæla almennar bygningar skulu fremjast í øllum landinum, og eru tey ætlað at fáa ferð á aftur byggi- og hondverkaravinnuna í landinum.

Ad 12. Sí ad 11 fyri ítøkiligar ætlanir. Í samband við fíggjarlógararbeiðið í heyst fer neyvt at verða fylgt við í, í hvønn mun ætlaðu tiltøkini eru nøktandi til samfelagsgongdina, og fer at vera avgerandi um nýggjar verkætlanir verða settar í gongd,, um arbeiðsloysið stabiliserar seg ella áfram við at vaksa. Hildið verður tí, at best er at varðveita fleksibilitetin viðv. tí sum gjørt verður 1½-3 ár frammi í tíðini, heldur enn her og nú at leggja bindandi ætlanir útyvir tað, sum longu er avtalað. Harumframt eigur politiska skipanin øll at gera sær greitt, at tá búskaparstøðan og arbeiðsloysið stabilisera seg aftur, at neyðugu stigini mugu verða tikin til hóvliga at fáa javnvág á aftur fíggjarlógina, so at fíggjarliga styrkin er hjá landinum at lyfta tær uppgávur kring landið, sum framtíðin fer at bjóða.


Argir, tann 2. september 2009

Jóannes Eidesgaard
Landsstýrismaður0