1. Hvør er orsøkin til, at landsstýrismaðurin hevur valt nýsetta politiinspektørin í arbeiðs-bólkin hjá Innlendismálaráðnum, ið settur er at gera uppskot til ein integrasjónspolitikk í Føroyum?
2. Skal hetta valið skiljast soleiðis, at landsstýrismaðurin hevur viðurkent brotið á Rættargangslógina, framt av danska Løgmálaráðnum/Ríkispolitiovastanum, táið viðkomandi politiinspektørur varð settur í starv í Føroyum uttan ráðførslu við føroyskar myndugleikar, soleiðis sum fyriskrivað er nevndu lóg?
3. Ella hevur landsstýrismaðurin gjørt semju við danskar myndugleikar í mun til brotið á Rættargangslógina, semju, ið letur lógarbrotið fara aftur við borðinum, og sum ikki er komin almenninginum til kunningar?
4. Ella skal hetta valið bara skiljast sum umboðandi fyri eitt fullkomið politiskt prinsipploysi, og at gartanin hjá landsstýrismanninum á tingi og í fjølmiðlunum um eina hard-core linju mótvegis dønum í setanarmálinum av politiinspektøri í Føroyum ikki var annað enn eitt tómt spæl fyri gallarínum?
5. Er politiskt trýst lagt á landsstýrismannin innanhýsis í samgonguni og frá danskari síðu soleiðis, at hon heldur valdi at síggja burtur frá danska lógarbrotinum í setanarmálinum, at hon hevur góðtikið brotið, og skal valið av integrasjónsbólkinum skiljast sum, at lok endaliga er lagt á setanarmálið?
Svar
Eg havi avgjørt at seta ein arbeiðsbólk at gera uppskot til ein integratiónspolitikk, og saman við umsitingini havi eg gjørt ein arbeiðssetning fyri arbeiðsbólkin.
Fyri at fáa so breiða fakliga umboðan sum møguligt í arbeiðsbólkin, avgjørdi eg at bjóða Útlendingastovuni, Mentamálaráðnum, Almannamálaráðnum, Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag og Løgregluni at vera við í arbeiðnum, og vórðu hesir myndugleikar bidnir um at velja síni umboð í arbeiðsbólkin. Tað var sostatt upp til hvønn myndugleika sær at velja tey umboð út, sum myndugleikin metti vera best skikkað til hetta arbeiðið.
Hetta sæst eisini í uppriti, dagfest 9. februar 2010, um setan av arbeiðsbólkinum.
Tá fyrsti fundurin varð hildin 2. mars 2010 møttu hesi umboð:
Umboð fyri Innlendismálaráðið, Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúi,
Umboð fyri Útlendingastovuna, Gurið Joensen, stjóri, og Bette Johansen, málsviðgeri,
Umboð fyri Mentamálaráðið, Bergur Berg, ráðgevi,
Umboð fyri Almannamálaráðið, Súsanna Nordendal, fulltrúi,
Umboð fyri Kommunusamskipan Føroya, Jancy Biskupstø Klein, sosialdeildarleiðari,
Umboð fyri løgregluna, Karin Marie Olesen, fúti, og Peter Thaysen, shefpolitiinspektørur,
Útlendingaumboð Velko Gjorgjieski
Síðani fyrsti fundurin var hildin, er eitt útlendingaumboð afturat komið í arbeiðsbólkin, og er tað Kalpana Vijayavarathan. Eisini hevur Kommunusamskipan Føroya boðað frá, at tey fara at velja umboð í arbeiðsbólkin.
Eg havi sostatt sett arbeiðsbólkin, og eg havi eisini avgjørt, hvør arbeiðssetningurin skuldi vera, men eg havi ikki sjálv valt ella góðkent umboðini, sum manna arbeiðsbólkin. Hesi eru vald av teimum myndugleikum, sum tey umboða.
Hetta málið um at seta ein arbeiðsbólk at gera uppskot til ein integratiónspolitikk hevur sostatt onki at gera við samskifti mítt við ríkispolitiovastan og løgmálaráðharran og skal heldur ikki fatast sum, at Innlendismálaráðið hervið hevur góðtikið framferðarháttin hjá Ríkispolitiovastanum í sambandi við setanina av nýggja shefpolitiinspektørinum.
Innlendismálaráðið fylgir málinum upp og hevur enn einaferð rykt eftir svari frá danska Løgmálaráðnum um, hví føroyskir myndugleikar ikki vórðu hoyrdir í sambandi við setanina av nýggja politiinspektørinum, soleiðis sum § 110 í rættargangslógini fyriskrivar.
Tinganes, 10. mars 2010
Annika Olsen
landsstýriskvinna