svar upp á fyrispurning viðv. portal.fo og dulnevndar viðmerkingar

18 September 2009
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Spurningurin var soljóðandi:


1. Hvørja moralska/etiska/politiska støðu hevur landsstýrismaðurin til nýggja átakið hjá portal.fo, har tað skrásetingarleyst letur seg gera at skriva dulnevndar viðmerkingar/lesarabrøv til hvørja einstaka grein, sum verður løgd út á hendan portalin, ið tær almennu Føroyar eiga?


2. Hvat ætlar einaaktionerurin at gera við tað í mun til støðuna, hann hevur til málið?


3. Hvør hevur redaktionellu ábyrgdina av dulnevndu skrivingini sambært fjølmiðlaábyrgdar¬lógini og revsilógini?

Svar:

Til 1:
Átakið hjá portal.fo, har tað ber til at skriva viðmerkingar til greinarnar, er ikki eitt nýtt átak innan blaðheimin. Fleiri útlendsk bløð loyva lesarunum at gera viðmerkingar til greinar á netinum, eins og føroyskar heimasíður eisini hava loyvt hesum.

Aðrastaðni hevur eisini verið kjakast um dulnevndar viðmerkjarar, og nær tað er í lagi at vera dulnevndur á internetinum. M.a. sum eina avleiðing av hesum hava summar ritstjórnir valt at seta sum krav, at hon á onkran hátt skal kunna vita, hvør viðmerkjarin er.

Sjálvur haldi eg tað ikki vera heppið at loyva dulnevndum viðmerkingum á heimasíðum sum portal.fo, um ritstjórnin ikki veit hvør viðmerkjarin er ella hevur høvi at lesa viðmerkingina ígjøgnum, áðrenn hon verður løgd á heimasíðuna. Eg haldi tað tí vera eina rætta avgerð hjá portal.fo at endurskoða skipanina, og at steingja fyri viðmerkingum, til nýggj skipan er gjørd.

Til 2:
Leiðslan fyri portal.fo hevur sjálv valt at endurskoða skipanina, og hesum eri eg nøgdur við.

Til 3:
Fyrst er at siga, at eg sum Vinnumálaráðharri hvørki umsiti fjølmiðlaábyrgdarlógina ella revsilógina.

Sambært viðmerkingunum til fjølmiðlaábyrgdarlógini fevnir lógin bert um tilfar, sum er arbeitt sjálvstøðugt ígjøgnum, áðrenn tað verður borið almenninginum. Tilfarið, sum portal.fo sjálvt ella samstarvspartar sjálvir leggja út, má tí roknast at verða fevnt av lógini. Fjølmiðlaábyrgdarlógin fevnir hinvegin ikki um skipanir, ið virka sum tekniskir boðberar. Sum útgangsstøði má tí roknast við, at lógin ikki fevnir um dulnevndar viðmerkingar á internetsíðum. Tað kann tó hugsast, at ein internetsíða, sum t.d. eftirkannar og/ella gjøgnumlesur viðmerkingar, áðrenn tær verða lagdar út, kann verða fevnd av fjølmiðlaábyrgdarlógini. Samstundis má tó gerast vart við, at eingin dómur finst, sum kann greiða rættarstøðuna á hesum øki.

Hóast fjølmiðlábyrgdarlógin neyvan er galdandi fyri viðmerkingarnar, sum fólk sjálv leggja út, er tó framvegis neyðugt hjá ritstjórnum av internetsíðum, sum loyva dulnevndum viðmerkingum, at geva sær far um innihaldið í teimum viðmerkingum, sum verða lagdar á heimasíðuna. Í teimum førum, har ein viðmerking hevur eitt innihald, sum er ólógligt, t.d. ærumeiðandi ella rasistiskar viðmerkingar, hevur tann, ið varðar av heimasíðuni eina skyldu til at strika hetta skjótast gjørligt. Verður hetta ikki gjørt, kann tann, ið varðar av heimasíðuni, ífalla ábyrgd fyri passivitet, og harvið medvirkan til lógarbrot eftir reglunum í revsilógini. Hetta er í seinasta enda upp til dómstólarnar at gera av.

Eg kann eisini vísa til leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið, har tað í broti 4.17 er ásett: “Tá ið ein ritstjórn avger ikki at ritstjórna frammanundan í talgildum orðaskifti (t.d. á kjaksíðum á alnetinum), eigur hetta at vera týðiligt hjá øllum, ið hava atgongd at kjakstaðnum. Ritstjórnin skal skjótast til ber strika tilfar, ið ikki er í samsvari við góðan fjølmiðlasið.”

Vinnumálaráðið, 18. september 2009


Johan Dahl
landsstýrismaður