1. Eru loyvir, sum upprunaliga vóru latin skipum í bólki 1 - lemmatrolarar við maskinorku omanfyri 400 hestakreftir – umsitingarliga/útinnandi politiskt flutt inn í fiskiveiðina í bólki 2, sum hýsir partrolarum við maskinmegi omanfyri 400 hestakreftum?
2. Hvaðani í lógini um vinnuligan fiskiskap hevur landsstýrismaðurin funnið sær heimildina fyri hesum skifti tvørturum markið ímillum bólkarnar 1 og 2, ella hevur hann umsitingarliga/politiskt útinnandi broytt lógina sjálvur soleiðis, at bólkur 1 og bólkur 2 nú eru ein og sami bólkur sambært lógini?
3. Snýr hetta skiftið, har lemmatrolarar eru farnir at partrola, sum um teir vóru partar av bólki 2, seg um endaliga latin loyvi ella um royndarloyvir, og er nøkur tíðaráseting/avmarking á hesum nýliga útflýggjaðu loyvum?
4. Um talan er um royndarloyvir, hvør er so yvirskipaða ætlanin við hesum royndum, og hevur landsstýrismaðurin saman við Havstovuni gjørt eina skrá, sum greitt ásetir hvørjum endamáli hesar royndir skulu tæna?
5. Undir hvørjum ásetingum og reguleringum veiða lemmatrolararnir, sum nú eru farnir at partrola? - Hava teir fingið útlutaðar dagar, hóast teir ikki eru partar av fiskidagaskipanini, og hava teir samstundis sama virkismøguleika í bólki 1 soleiðis, sum viðurskifti teirra vóru frammanundan broytingini?
6. Hvussu mong loyvir eru latin og hvussu mong loyvir ætlar landsstýrismaðurin at flyta úr bólki 1 yvir í fiskiveiðina, ið traditionelt hevur verið røkt av skipum, sum frammanundan vóru í partrolaraflotanum - bólki 2?
7. Hevur landsstýrismaðurin fingið sær nakra ráðgeving frá eitt nú Havstovuni, Fiskidaganevndini, Reiðarafelagnum og manningarfeløgunum, áðrenn hesi loyvir vóru útlutað?
8. Hvør hevur politiska motiveringin hjá landsstýrismanninum verið í omanfyri nevndu broyting, eru atlitini vinnufíggjarlig, samfelagsbúskaparlig, regional, sosial, lívfrøðilig o.s.fr.?
9. Er nakað samband í millum brádligu umsitingarligu/politiskt útinnandi avgerðina um at loyva skipum í bólki 1 at partrola og so fráboðanina um, at landsstýrismaðurin arbeiðir við eini lógarbroyting fyri at gera hetta møguligt sambært lóg?
10. Hvørja ávirkan heldur landsstýrismaðurin, at hetta skiftið hevur á støðu Føroya í orðaskiftinum um burðardygga veiði – serliga í mun til keypararnar og keyparalondini?
Svar til spurning 1, 2 og 3
Nei, loyvi eru ikki umsitingarliga/útinnandi politiskt flutt inn í fiskiveiðina í bólki 1.
Viðmerkjast skal, at eingi fiskiloyvi (vanlig fiskiloyvi sambært § 5, stk. 4 í lógini) eru latin lemmatrolarum at partrola. Heldur ikki eru fiskiloyvi flutt úr høvuðsbólki 1 til høvuðsbólk 2.
Svar til spurning 4
Sí svar til spurning 1. Viðmerkjast skal, at Fiskimálaráðið hevur útskrivað royndarloyvir til m/tr Ednu og m/tr Beinisvørð at partrola í 2010. Yvirskipaða ætlanin við royndarloyvunum til lemmatrolararnar at partrola er at útvega nýggja og haldgóða vitan og upplýsingar, sum ikki eru tøkir frammanundan. Hetta verður gjørt við støði í uppleggi frá Havstovuni. Tølini frá royndunum kunnu verða grundarlag undir viðgerð av spurningum um veiðievni, veiðitrýst, skipan av fiskiskapinum hjá lemmatrolarum frameftir o.a.m.
Fiskimálaráðið hevur gjørt av, ikki at útskriva fleiri royndarloyvi til lemmatrolarar at partrola í 2010 afturat teimum báðum nevndu.
Svar til spurning 5
Lemmatrolarar hava ikki fingið útlutað fiskidagar. Landsstýrismaðurin og umsiting hansara viðgera málið.
Svar til spurning 6
Landsstýrismaðurin og umsitingin hava sum sagt eingi loyvir útskrivað og heldur eingi flutt.
Svar til spurning 7
Víst verður til svar til spurning 1 og spurning 6 um, at eingi loyvir eru útskrivað.
Svar til spurning 8, 9 og 10
Sí svar til spurning 1.
Endurtakast skal, at Fiskimálaráðið hevur eingi fiskiloyvi (vanlig fiskiloyvi sambært § 5, stk. 4 í lógini) latið lemmatrolarum at partrola. Heldur ikki eru fiskiloyvi flutt úr høvuðsbólki 1 til høvuðsbólk 2. Sostatt er einki skifti farið fram hesum viðvíkjandi.
Ætlanin er tó at innlima lemmatrolarar í fiskidagaskipanina, og lógaruppskot er gjørt í hesum sambandi.
Fiskimálaráðið hevur víst á, at veiðitrýstið á upsastovnin ikki skal økjast við ætlanunum. Fiskimálaráðið hevur heitt á Havstovuna um tilmæli, ið hevur arbeitt saman við Fiskiveiðieftirlitinum. Endamálið er, at lemmatrolarar skulu kunna veiða somu nøgd, bara bíligari, samstundis sum dentur verður lagdur á, at øll veiða eftir upsa skal vera burðardygg og undir fiskidagaskipan.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður