Hvar eru vit ?
Hvar fara vit ?
Hvussu fara vit ?
Hetta eru grundleggjandi spurningar, ið landsins leiðsla má kunna svara, tá ein fíggjarlóg verður løgd fram og viðgjørd. Tí fíggjarlógin eigur at byggja á svarini uppá hesar spurningar.
Men hyggja vit at fráboðanum frá landsstýrinum og at fíggjarlógini fyri 2013, so er týðiligt, at landsins leiðsla tíverri ikki heilt hevur fatað tann tørv, ið okkara samfelag hevur, ikki hevur mál fyri hvar vit fara og tí heldur ikki hevur eina greiða ætlan fyri, hvussu vit fara.
Vit hava tørv á ítøkiligum ætlanum at fáa vent fólkaminking til fólkavøkstur. Heldur enn at gera nakað við hetta, so setir landsstýrið enn ein arbeiðsbólk og velur hartil at niðurraðfesta útbúgving og mentan, hóast øll vita, at tað eru íløgur í útbúgving og mentan, ið eru mest týðandi lyklarnir til at fáa fólkavøkstur:
- Játtanin til Marknagilsdepilin útsett.
- Fróðskaparsetrið fær um 1,5 mió. kr. minni til verandi virksemi.
- Onki Havrannsóknarskipa bygt.
- Nám skal skerjast.
- Lestrarstuðul til lesandi uttanfyri Norðurlond umlagdur partvíst til lán.
- ES-granskingarsamstarv skorið burtur.
- Onki tjóðleikhús verður bygt, og
- Mentanargrunnurin verður skerdur við 20%
Vit hava ómetaliga stóran tørv á nýskipanum – eitt nú innan okkara fiskivinnu.
Men enn er ongin nýskipan at hóma. Hinvegin so verður fiskiveiðieftirlitið skert soleiðis, at ráð bert verður at reka eitt av tveimum skipum í 2013, og umsitingin í samband við makrelfiskiskapin hevur verið út av lagi vánalig. Sannlíkt hevur samfelagið mist væl yvir 100 mió. kr. av hesi orsøk.
Vit hava tørv á menning kring allar Føroyar, hvat ger samgongan ? Jú, hon skerjir Strandfaraskip Landsins soleiðis at neyðugt verður at niðurleggja túrar til Suðuroyar og Sands. Tey økini, ið hava allar størstan tørv á tryggari farleið.
Vit hava tørv á størri samhaldsfesti, tí gjógvin millum láglønt og hálønt er víðkað munandi við flatskattalættanum, og hvat ger samgongan ? Jú, samgongan fremur átøk, ið økja munin enn meira:
- Fyritíðarpensjónsøkið skal spara 10 mió. kr..
- Javningin av fólkapensjón og øðrum lækkar úr 1% niður í 0,85%.
- Brúkaragjøld skulu innførast á Landssjúkrahúsinum, ið raka tey, ið hava minst, mest.
Vit hava tørv á, at tað almenna gongur á odda at skapa virksemi, vøkstur og at minka arbeiðsloysið. Men heldur enn at lata stovnum tann lítla lønarvøkstur, ið fakfeløgini samráddu seg til í lønarsamráðingunum, so velur landsstýrið at stovnarnir onga játtan fáa til lønar- og prísvøkstur. Harvið skulu almennir stovnar spara 20-30 mió. kr. í 2013, og hetta kemur í fleiri førum at merkja uppsagnir og sendir eitt greitt signal sum ger, at fólk framhaldandi vilja kenna seg ótrygg og halda aftur tá umræður økta nýtslu v.m.
Vit hava tørv á ábyrgdafullum fíggjarpolitikki, ið tryggjar, at vera inntøkur landsins minkaðar, so verða nýggjar settar í staðin. Hóast hetta, so hevur landsstýrið skert landsskattainntøkurnar við langt yvir 300 mió. kr., uttan at seta nýggjar inntøkur í staðin.
Flatskattalætti skapar ongan vøkstur
Samstundis verður áhaldandi roynt at mála eina mynd av førda fíggjarpolitikkinum, ið als ikki er sonn. Sagt verður, at endamálið við flatskattalættanum er at skapa vøkstur, men hetta er ein villleiðing. Tað veit fíggjarmálaráðharrin, spurningurin er bara, vita samgongufólk hetta ?
Ein røð av altjóða kanningum vísa greitt, at skerjing av marginalskatti og skattalættar til hægst løntu ikki skapa vøkstur. Nýggjasta kanningin av hesum slagi – sum amerikanska kongressin hevur latið gjørt – fevnir enntá um tíðarskeiðið heilt aftur til 1945 og fram til í dag. Hon staðfestir tað sama aftur. Eisini staðfestir kanningin at skerjing av marginalskatti økir munin millum láglønt og hálønt.
Aðrar umfatandi kanningar vísa, at tey lond, ið hava høgar skattir hava klárað seg munandi betur búskaparliga í fíggjarkreppuni. Tað er sostatt eisini villleiðing tá sagt verður, at bert eitt land hevur lágan skatt, so gongur alt so ómetaliga gott. So er ikki.
Tað er eisini ein grundleggjandi misskiljing og ein roynd at villleiða, tá sagt verður, at um vit geva skattalættar, so fara hesir til forbrúk - sum um, at um vit ikki geva skattalættar, so fara hesir ikki til forbrúk. Tær inntøkurnar, ið tað almenna fær og nýtir, fara til nýtslu, og tí vilja inntøkurnar fara til nýtslu – uttan mun til um hesar eru hjá tí privata ella almenna.
Hyggja vit at okkara
støðu, so vísir henda eisini tað sama sum altjóða kanningar staðfesta. Hóast søguliga stórar skerjingar av marginalskattinum, so kundi Landsbanki Føroya staðfesta í seinastu búskaparmeting síni, at: “... veruligur vøkstur er enn ikki staðfestur í nýtsluni. Sambært nýggjasta treystitalinum frá Fíggjarmálaráðnum, meta húsarhaldini útlitini at vera á leið tey somu sum fyri hálvum ári síðani.”
Greitt er, at skal skattalætti gevast og endamálið er vøkstur, so eru tað skattalættar til lág- og miðallønt, ið gevast skal.
Fíggjarlóg uttan mál og mið
Tíverri er fíggjarlógin fyri 2013 ein spegilsmynd av manglandi málsetningum og manglandi fatan um, hvar okkara samfelag stendur í dag. Heldur enn at vísa nakrar greiðar virkisætlanir fyri at røkka settum málum, so nýtir samgongan fyrst og fremst «plenuklipparan» og sker játtanir yvir ein kamb.
Spurningurin, sum stendur eftir er – hvat hugsar samgongan fyri sær ? Hvar eru málini og átøkini fyri at fáa eitt sjálvbjargið og samhaldsfast samfelag við fólkavøkstri, minni arbeiðsloysi og hvar eru nýskipanirnar, ið høvdu verið so upplagdar at seta í verk í hesum tíðum ?
Fíggjarlógin er stuttskygd og brýtur fíggjarkarmar
Hyggja vit at fíggjarkarmunum, ið vórðu samtyktir fyri summarfrítíðina, so heldur verandi fíggjarlóg seg heldur ikki innan hesar. Undirskotið er størri enn karmarnir áseta. Munandi størri – ikki minst um vit hyggja fyri árini 2014 og 2015. Tað sum serliga er týðiligt er, at landsstýrið enn sum áður ikki leggur langtíðarætlanir, men hugsar eitt ár í senn. Íløguútreiðslurnar eru hartil munandi lægri enn ásett í kørmunum, meðan rakstrarkarmarnir eru hægri og inntøkurnar lægri.
Spurningurin, ið eftir stendur er, hví skulu vit samtykkja karmar, um hesir ikki verða hildnir ?
Veruliga hallið hjá landinum økist í 2013
Hyggja vit at undirskotinum í 2013, so økist hetta í mun til 2012.
Skulu vit kunna samanbera úrslitið í 2013 við 2012 er neyðugt at hyggja at veruligu nýtsluni – uttan støðling. Tí støðlaðu pengarnir eru ikki brúktir, og fara kanska heldur ikki at verða brúktir. Stóru støðlaðu upphæddirnar gera, at RLÚ tølini nú eru so langt frá veruligu nýtsluni í árinum, at tað ber ikki til at nýta hesi sum samanberingar longur. Vit mugu og skulu steðga støðlingini so sum henda er í dag, tí sum nú er eru heilar 142 mió. kr. savnaðar í «grunnum» og hetta talið er skjótt vaksandi. Minnir sera nógv um grunnarnar í 80’unum.
323 mió. kr. verður væntaða úrslitið í 2012 sambært Fíggjarmálaráðnum, men hetta er íroknað 50 mió. kr., ið ikki verða brúktar av íløgujáttanini í 2012. Tí er veruliga úrslitið í 2012 eitt hall á 273 mió. kr.
Í 2013 verður hallið 378 mió. kr. sambært fíggjarlógaruppskotinum. Sostatt økist hallið yvir 100 mió. kr. í 2013 í mun til veruligu nýtsluna í 2012. Eydnast at semjast um tilfeingisgjøld v.m. kann hallið tó fáast niður á 253 mió. kr. Enn er tó sera ivasamt um henda inntøka gerst veruleiki. Í 2012 varð eisini sokallað semja um at fáa 128 mió. kr. í tilfeingisgjaldi, men hesar gerast væntandi nærri 50 mió. kr..
Tað skal undirstrikast at hallið er enntá íroknað 230 mió. kr. í framskundaðum pensjónsskatti í 2013. Hetta eru ikki nýggjar inntøkur, men framskundað gjaldføri. Um hesar ikki verða roknaðar við, verður hallið í 2013 í veruleikanum 378+230 tvs. 608 mió. kr. í 2013.
Fíggjarlógin er sostatt í veruleikanum sum «keisarans nýggju klæðir». Hóast øll vita, at tað gongur skeiva vegin, so lata øll sum onki. Tað sama gjørdi seg galdandi fyri fíggjarlógina í 2012. Í fíggjarlógini fyri 2012 økti samgongan hallið í mun til staðfestu nýtsluna í 2011, og í fíggjarlógini fyri 2013 verður hallið aftur munandi størri enn staðfesta nýtslan í 2012.
Hallini merkja m.a. at landsins skuld økist samsvarandi. Bara síðan ABC-samgongan tók við í 2004 til í dag er bruttoskuldin økt 2,7 mia. kr., og er nú um 5,4 mia. kr.
Inntøkur landsins eru støðugt undirgravaðar
Orsøkin til gongdina við øktum halli og størri skuld er fyrst og fremst at finna í minkandi inntøkum. Tí verður hugt at seinastu 15 árunum, so hava inntøkur landskassans ongantíð verið so lítlar sum nú - í % av BTÚ. Ein miðvís niðurlaging av landskassainntøkunum hevur gjørt seg galdandi.
Í 2003 vóru landskassainntøkurnar 36,6% av BTÚ, men vóru hesar komnar niður á 33,6% av BTÚ í 2011 og fara heilt niður á 31,5% av BTÚ í 2013. Verður sæð burtur frá inntøkuføringini av framtíðar pensjónsskattinum, so eru inntøkur landsins í 2013 enntá farnar niðurum 30% av BTÚ. Heilt niður á 29,9%.
Orsøkin til gongdina er, at síðan 2003 eru stórir skattalættar latnir, uttan at veruligar nýggjar inntøkur eru settar í staðin. Høvdu inntøkurnar verið lutfalsliga tað sama í 2013 sum í 2003, hevði landskassin havt 700 mió. kr. meira í inntøkum í 2013, og harvið eitt munandi yvirskot.
Størsta átakið fyri at minka skattainntøkur landsins var flatskattalættin herfyri. Framskriva vit nýggjastu skattatølini síggja vit, at landsskatturin minkar heilar 295 mió. kr. í 2013. Hetta er íroknað skatt av lønarvøkstri. Verður landsskatturin frá lønarvøkstri ikki tikin við, vísir skattalættin seg at kosta landskassanum heilar 333 mió. kr. í mistum landsskattainntøkum í 2012. Samstundis vísa framskivaðu tølini, at pensjónsskatturin bert fer at geva um 204 mió. kr. í inntøkum. Her er ein ovurstórur munur millum minkaðu landsskattainntøkurnar og pensjónsskattainntøkurnar. Hartil skal havast í huga, at landið er í eini fyribilsstøðu, har landskassin í eitt áramál nú fær inntøkur bæði frá skatti av pensjónútgjøldum, ið eru spard upp til og við 2011, og skatt av pensjónsinngjøldum frá 2012 og úteftir.
Hóast hetta hongur roknistykkið als ikki saman hjá landsstýrinum.
Hetta er alt annað enn ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur.
Um vit endurreisa álitið økist nýtslan og inntøkurnar
Hartil kemur, at samstundis sum inntøkurnar eru lækkaðar vegna skattalættar, so vita vit eisini at nýtslan í samfelagnum er søguliga lág. So lág, at mett verður, at umleið 1 mia. kr. er «tikin úr búskapinum» bert vegna óvanligum afturhaldni hjá fólki. Tá nýtslukvotan – t.e. tann parturin, ið fólk brúka til nýtslu, av samlaðu inntøkuni – hjá føroyingum gerst meira vanlig aftur, verður mett, at um 1 mia. kr. koma aftur í umfar og at 2-300 mió. kr. av hesum kunnu koma sum inntøkur til landið umvegis skatt og avgjøld.
Vitandi um hetta, eigur landsstýrið at gera alt tað er ment fyri at skapa álit og virksemi aftur í landinum m.a. umvegis ein stimbrandi fíggjarpolitikk. Men hetta verður ikki gjørt. Tvørturímóti. Millum átøkini, ið framd verða, eru fleiri, ið gera beint øvugt – nevnliga skapa ótryggleika og misálit.
Avtøka av Landsbanka Føroya er politisk valdsmisnýtsla
Eitt av heilt álvarsomu átøkunum er, at landsstýrið ætlar at avtaka Landsbanka Føroya ! Meðan øll onnur lond – í kjalavørðinum av fíggjarkreppuni – hava valt at styrkja og uppraðfesta tjóðarbúskaparliga eftirlitið og ráðgevingarstovnar teirra, tvs. teirra tjóðbankar, umframt at samansjóva mikro-búskaparligt eftirlit (Fíggjareftirlit) og makro-búskaparligt eftirlit í tjóðbankunum, so ger landsstýrið mótsatt. Valt verður at bróta niður tjóðarbúskaparligu vitanina, og at petta alt virksemið í smá pettir og spjaða hesi runt á 4 ymisk støð. Ljóðar bæði ótrúligt og ófatiliga illa umhugsað.
Minni óheftni og verri rating merkir øktar rentuútreiðslur
Sagt verður, at hetta er ein liður í at rationalisera og spara. Men veruleikin er ein annar. Tí landið sparir ikki eina krónu við ætlaðu umleggingini. Tvørturímóti. Manglandi ráðgevingin og eftirlitið koma at kosta dýrt. Hartil koma útreiðslurnar at økjast munandi. Tí nú øll gjaldførisumsiting skal leggjast í stovn beint undir landsstýrismanninum, uttan somu førleikar sum Landsbankin, og uttan sama óheftnið sum Landsbankin, kemur hetta at ávirka ratingina hjá Føroyum og harvið rentustøðið. Hugsa vit okkum at rentan hækkar - vegna verri álit og rating – 0,25%, so økjast rentuútreiðslurnar av verandi bruttoskuldini yvir 12 mió. kr. Um rentan bert hækkar 0,1%, so kostar hetta landinum um 5 mió. kr. árliga í øktum rentuútreiðslum.
Eisini vil nýggja lóggávan, ið skotin er upp viðvíkjandi gjaldførisumsiting merkja, at broytta íløgustrategi’in, ið ætlanin er at nýta kann koma at kosta landinum tvísiffraðar millióna upphæddir í mistum vinningi.
Hartil er áhugavert, at meðan starvsfólkaútreiðslurnar hjá Landsbankanum samanlagt hava verið 7,4 mió. kr., so verða í fíggjarlógini fyri 2013, samanlagt latnar 10,3 mió. kr. til Hagstovu, Gjaldstovu, Fróðskaparsetrið og Fíggjarmálaráðið við grundgevingini at hesir stovnar yvirtaka uppgávur hjá Landsbankanum.
Vit síggja hartil, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum longu hevur inntøkuført 160 mió. kr. sum er eginpeningur hjá Landsbankanum. Ongin ivi er um, at næsta upphæddin, ið verður inntøkuførd verður tann milliardin, ið Landsbankin hevur umsitið vegna Samhaldsfasta. Tá er sera skjótt, at Samhaldsfasti verður avtikin og peningurin verður brúktur til annað, ið fíggjarmálaráðharrin ynskir. Kanska hann ætlar okkurt í samband við eina pensjónsnýskipan ?
Miðvís ætlan at avtaka óheftar, búskaparligar stovnar
Fái meg tó ikki at trúgva, at samgongan fremur hesa ætlan. Her er onki sum talar fyri hesi ætlan – bert ímóti. Eitt er í hvørtfall púra greitt, og tað er, at velur samgongan at avtaka Landsbanka Føroya, so verður hesin endurstovnaður so skjótt ein nýggj samgonga verður veruleiki.
Og hvussu bleiv so við Búskaparráðnum ? Jú, nú skal einstaka fólkið, ið hevur havt umsitingina av hesum um hendi, setast einsamalt úti á Fróðskaparsetrinum. Harvið burturi frá tjóðarbúskaparliga umhvørvinum, og uttan somu atgongd til vitan og sparring sum nú. Hartil skilst, at ætlanin er at viðkomandi skal vera við til at fyriskipa útbúgvingar. Eg spyrji bara – skilir landsstýrið ikki týdningin av einum Búskaparráði ? Og hvussu bleiv við ætlanini at niðurleggja Hagstovu Føroya og í staðin seta á stovn ein stovn nevndur Telja ? Øll síggja greiða mynstrið í hesum. Ein miðvís ætlan at niðurlaga teir stovnar, ið skulu geva óheftar, búskaparligar metingar, greiningar og ávaringar. Tænir hetta landinum og fólkinum ? Nei !
Fáir glottar
Tó eru nøkur fá ting at gleðast um í hesi fíggjarlógini. Tí tað er at gleðast um, at samgongan lurtaði eftir andstøðuni, tá vit í samband við fíggjarkarmarnar fyri 2013 vístu á, at tað var fullkomiliga óhugsandi at hækka pensjónsaldurin hjá føroyingum úr 67 uppí 68 longu 1. januar 2013, og uppí 69 ár, 1. januar 2014. Tíbetur hevur landsstýrið tikið hesar ætlanir aftur. Takk fyri tað.
Eisini er gott at síggja, at bústovnar til føroyingar við serligum avbjóðingum, ið vórðu samtyktir og raðfestir tá Tjóðveldi samstarvaði við minnilutasamgonguna í fjør, verða til veruleika, tí núverandi samgonga velur at halda áfram við hesum. Takk fyri tað.
Eftir at núverandi fíggjarmálaráðharrin – fyrrverandi uttanríkisráðharrin – miðvíst niðurlagaði alt, ið hevði við samskipan av føroysku ferðavinnuni at gera, verður nú roynt at minka um skaðan við at seta meira pening av til marknaðarføring av Føroyum sum ferðavinnulandi. Hóast stórur skaði er gjørdur, so er gott at samgongan nú roynir at byggja víðari á ætlanirnar hjá Ferðaráðnum, ið varð endurstovnað tá minnilutasamgongan og m.a. Tjóðveldi samstarvaður í fjør. Takk fyri tað. Tí ferðavinnan er veruliga eitt ovurstórt potentiali fyri okkara land. Ein møguleiki, ið kann skapa arbeiðspláss, trivnað og inntøkur kring allar Føroyar.
Gleðist annars eisini um, at tað sær út til, at Løgmaður hevur slept ætlanunum at hækka ríkisveitingina við 200 mió. kr. og at niðurleggja Sendistovu Føroya í London. Eisini takk fyri tað.
Hevði tó ynskt at listin við jaligum átøkum var longur enn tann við neiligum – men so er tíverri ikki. So ómetaliga langt frá. Men hetta kann broytast, um samgongan vil. Vit í Tjóðveldi vilja í hvørtfall gera tað vit kunnu fyri at broyta hetta fíggjarlógaruppskotið til tað betra fyri okkara land og fólk. Eins og við fíggjarlógini fyri 2012 og kørmunum fyri 2013 fara vit at koma við ítøkiligum boðum uppá teir fíggjarkarmar, ið vit meta skulu til fyri at fáa Føroyar framá.
Vit kunnu gera tað so nógv betur
Vit liva í einum av heimsins ríkastu londum. Kanska heimsins ríkasta pr. íbúgva – um vit bóru okkum rætt at. Og vit kunnu gera tað so ómetaliga nógv betur og rættari enn henda fíggjarlógin leggur upp til.
Vit hava tørv á stórum og greiðum málum, ið vit kunnu standa saman um og arbeiða fram móti. Henda fíggjarlógin ger tað øvugta – hon leggur upp til størri skilna.
Størri skilna millum láglønt og hálønt.
Størri skilna millum útjaðara og miðstað.
Størri skilna millum núverandi ættarlið og komandi.
Størri skilna millum politisku skipanina og fólkið.
Enntá størri skilna millum ymsu partarnar í fiskivinnuni, í alivinnuni og í mentanarlívinum.
Tí hesa innarligu áheitan á landsstýrið og samgonguna:
Gevið tykkum far um, hvar okkara samfelag er í dag – og virði tey virðir og tær grundsúlur, ið okkara samhaldsfasta vælferðarsamfelag byggir á.
Setið nøkur greið mál fyri okkara land, so vit møta teimum avbjóðingum vit hava á besta hátt. Mál, ið savna okkum – heldur enn skapa størri skilna.
Gerið síðan eina fíggjarlóg, ið fær okkum framá móti málinum.
Tá vilja vit taka okkum væl av tí landi, ið vit hava til láns frá okkara forfedrum og eftirkomarum, og tá kunnu vit svara spurningum, sum í dag standa ósvaraðir:
Hvar eru vit ?
Hvar fara vit ?
Hvussu fara vit ?
Á Løgtingi, 4. oktober 2012
Kristina Háfoss
Framsøgufólk Tjóðveldis í fíggjarmálum og næstforkvinna í Løgtingsins Fíggjarnevnd