Stokkhólmsleið við møguleikum

20 June 2008
Skrivað hevur

Nýggja rutan til Stokkhólm gevur Føroyum beinleiðis samband til fólkaríkasta landið í Norðurlondum, og til ein høvuðsstað, sum hevur nógv at bjóða, bæði handilsliga og mentanarliga.

Eg vænti, at føroyska ferðavinnan sær hetta sum ein eyðsýndan møguleika at fáa sviar at vitja okkum. Tað, sum eg kenni til fólkið í Svøríki, eru tey forvitin eftir at læra meira um Føroyar, og eg ivist ikki í, at áhugi er fyri at vitja verður stórur, fáa tey møguleikan at kunna seg við tað, vit hava at bjóða. Við miðvísari marknaðarføring kann hetta sum frá líður gerast ein av okkara stóru ferðavinnumarknaðum.

Men sambandið millum Føroyar og Stokkhólm letur eisini upp fyri tættari samstarvi á øðrum vinnuøkjum. Svenski marknaðurin er - við sínum 9 milliónum brúkarum – ein sera áhugaverdur grannamarknaður. Her eru góðir møguleikar at útbyggja okkara útflutning av føroyskum vørum og tænastum, umframt at byggja tættari sambond og samstarv við sviar.

Tí skal tað vera mín vón, at vit síggja og nýta møguleikarnar, so henda flogrutan verður ment til eitt fast samband.

Flogleiðin Vágar-Arlanda vísir enn einaferð týdningin av at hava eitt flogfelag, sum hevur Føroyar sum miðstøð. Atlantsflog flýgur nú til øll Norðurlond - Finnland og Áland undantikin. Tað hevði neyvan nakar væntað fyri 20 árum síðani, tá fyrsta flogfarið fleyg á føroyskum veingjum.

Týdningurin av góðum flutnings- og samskiftismøguleikum fyri trivnaðin hjá okkum, sum her búgva, og fyri menningina av landi okkara, kann illa metast ov høgt. Tað, at nýggjar rutur, sum hendan til Stokkhólm, verða settar á stovn, er við til at staðfesta, at tað ber til at búgva í Føroyum og samstundis verða samansjóðaður við umheimin.

Eg fari at ynskja Atlantsflogi og øllum føroyingum hjartaliga tillukku við Svøríkisleiðini, og vóni, at felagið fer at halda fram at vísa dirvi og áræði at útbyggja okkara loftveganet, sum ein avgerandi liður í tí at flyta land okkara framá.

Bjørt Samuelsen
landsstýriskvinna

Meira frá sama høvundi

No items found.