Bill Clinton og Hans Blix staðfestu tað í Norðurlandahúsinum. Heimsins toppleiðarar staðfestu tað á ST toppfundi í New York: Størsta hóttanin hjá heiminum í dag er globala upphitingin og størsta felags uppgávan er at minka um útlátið av CO2, við at nýta minni og reinari orku. Heimsins leiðarar taka loksins umhvørvisspurningin í ramasta álvara, og okkar politikarar byrja so smátt at skilja at umhvørvi ikki er bleytur men knallharður politikkur. Ein høvuðsboðskapur hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum sum vitjaði okkum var: Vit kunnu øll gera nakað. Og Føroyar kunnu meira enn so gera nakað sum munar!
Orkumedvitað brand
Hóast USA við Bush ikki gongur á odda, so eru fleiri amerikanskir statir - eitt nú California har Arnold Schwarzenegger er guvernørur - sjálvbodnir farnir at seta tiltøk í verk at minka um útlátini av CO2 og leggja orkunýtsluna um til ikki-dálkandi orku. Vit hava allar fyritreytir at gera tað sama, og vit eiga at nýta teir fyrimunir, eitt lítið land hevur, at leggja okkara orkunýtslu um til reina orku. Hetta fyri at gera okkara til at bøta um støðuna, men eisini fyri at kunna branda Føroyar sum eitt reint, umhvørvisvinarligt og orkumedvitað land.
Tað skulu vit gera, við at seta umhvørvis- og orkuverkætlanir í gongd, ið eru so gjøgnumførdar og forvitnisligar, at tær vekja ans úti í heimi. Vit hava longu eina vetni-vindorku-verkætlan í Nólsoy, har endamálið er, at allur orkutørvurin í Nólsoy skal stava frá varandi orkukeldum. Tað er ein góð byrjan, sum fer at verða fyrimynd fyri onnur oyggjasamfeløg. Men okkum tørvar eina verkætlan, sum kann nýtast sum modell fyri aðrar byggiætlanir í stórbýum kring heimin. Og her er Stjóratjørn ein upplagdur møguleiki.
Stóratjørn seta okkum í fokus
Stjóratjørn er hin størsta byggiætlanin her heima nakrantíð. Sæð við altjóða brillum, er tað tó ikki áhugavert í sjálvum sær. Men, verður verkætlanin víðkað við einari orkuvinaligari dimensjón, so fer Stjóratjørn uttan iva at vekja ans hjá byggifyritøkum og politikarum í nógvum londum.
Stóratjørn kann sammetast við at byggja eina bygd í einum býi, og ímyndi tykkum bygdina sum eina kenda “grøn-orku-bygd”. Ein bygd, har 1000 fólk búgva, og har handilsdepil, frítíðar- og ítróttarhallir, skrivstovubygningar og hotell alt er rikið við so lítlari og so reinari orku, sum til ber.
Í samstarvi millum almennar myndugleikar og íleggjarar, kann Stjóratjørn gerast eitt altjóða trekkplástur, samstundis sum vit, sum land, taka nøkur risa fet. Ikki einans við at gera Føroyar til eitt land við rein-orku-image, men eisini til eitt munandi bíligari land at reka, og í framtíðini eitt land, sum í lítlan mun er heft av innfluttari orku.
Tað er bert ein spurningur um tíð, fyrr enn vit av kostnaðarávum verða noydd at leggja okkara orkunýtslu um í stórum stíli. Um ikki hóttanirnar av vakstarhúsárinunum gera tað, so verður tað okurs oljuprísir, sum noyða okkum at hugsa orkusparing og endurnýtslu av orku í nógv, nógv størri mun enn í dag.
Bill Clinton var bergtikin av flagtekjum á føroyskum húsum. Eisini flagtekjur minka orkunýtsluna og bøta um CO2 dálkingina. Eitt brand, vit als ikki sjálvi hava hugsa um. Fleiri flagtekjur og ein nýbygdan býling, ið einans verður rikin við reinari orku, fer at gera føroyska høvuðsstaðin víðagitnan, við øllum teimum fyrimunum, tað førir við sær.
Hetta skal tí vera ein áheitan á politiska myndugleikan og teir pengatungu íleggjarar, ið sótu á fremstu røð og lurtaðu eftir Clinton í Norðurlandahúsinum. Ella við orðunum hjá Arnold Schwarzenegger á toppfundi hjá ST í New York í september: Action! Action! Action!
Bjørt Samuelsen