Stimbrið motivatiónina hjá teimum, sum vilja og duga!!

17 October 2011
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Landið er tá rakt av svárum fátækradømi, hungri og halli, og sær sær ongan annan útveg, enn at biðja onnur lond um hjálp.

Men í hesi støðu eru vit altso ikki komin. Og tí er tað ein ógvuliga mannminkandi støða, sum sjálvur løgmansflokkur okkara setir tað føroyska fólkið í. At biðja um meira blokk hevur einans til endamáls at biðja danir gera okkum minni sjálvstøðugar, meira heftar og biðja teir sleppa okkum undan ábyrgd.


Sambandsfólk spyrja vanliga “jamen, hvar skulu pengarnir annars koma frá, um vit ikki hækka blokkin?” Til tað er at siga, at tey virði og tann búskap, sum vit skapa í Føroyum hvønn einasta dag verða skapt av føroyingum sjálvum. Meirvirði, sum enn ikki eru troytt, eru t.d..


● tað ríkidømi, sum er í havinum kring Føroyar,- sum kann geva fleiri hundrað milliónir krónur meiri av sær, um vit hagreiða fiskin rætt, og


● útlitini fyri oljuvinnu eru eisini dømi um, at tað er ikki bara í havinum, men eisini undir havinum at virði liggja og bíðja,


● harafturat er land okkara plaserað í miðdeplinum í mun til ta ferðslu, sum væntandi fer at taka seg upp eftir at opið verður fyri sigling norðanfyri Grønland, og eigur hetta at geva okkum økt virksemi og inntøkur.


● Taka vit supply-vinnuna, síggja vit eisini hvussu vinnulívsmenn okkara fáa tað at bera til, og vísa á hvørjir menningarmøguleikar eru í tí vinnuni.


● Ótroyttir møguleikar eru eisini innan FAS í Føroyum.


● Ferðavinnan kann fleirfaldað inntøkurnar, um bara vit fara til arbeiðis. Vit hava alt tað sum eitt skjótt vaksandi tal av ferðafólki úti í heimi vil vitja , - og tey vilja leggja pengar eftir seg!!


● Duga vit marknaðarføra nøvn sum Guðrun og Guðrun, Eivør, Teitur, Týr, Pál Joensen, Katrin Olsen osfr osfr eru milliónir at heinta bara í hasum nøvnunum!


● Og eg kundi hildið áfram.


Møguleikarnir eru nógvir! Tað, sum ræður um, er at flyta fokus frá blokkinum til tey milliardavirði, sum liggja og bíða eftir okkum. Og ikki minst ræður um at trúgva uppá tey virði, sum føroyingar skapa hvønn tann einasta dag, og ikki minst ræður um, at hava viljan til at klára okkum sum heimsborgarar, ístaðin fyri at isolera okkum í einum heimastýri.


So, kom víðari Sambandi! Nógv hava visjónirnar og vísa á møguleikarnar. Takið tí ikki motivatiónina frá teimum, sum vilja og duga!!

Annita á Fríðriksmørk