Standa vit saman, røkka vit málinum

16 June 2015
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Standa vit saman, røkka vit málinum

- ein innilig áheitan á øll fullveldisfólk um at fara á val og stuðla Tjóðveldi

Vit eru øll samd um, at val til danska fólkatingið er ímyndin av, at vit ikki hava vunnið okkara hjartamál um at gerast sjálvstøðug tjóð í heiminum. Okkara mál er sjálvsagt, at flyta alt valdið heim til Føroya fólk og at taka av hesa umboðanina.

Men tá ið sessirnir eru har, er fólkatingsvalið eitt val, ið eisini setur kósina fyri okkum sum tjóð.

Halda vit okkum aftur, lata vit hesar sessir til aðrar flokkar, ið brúka teir til at flyta okkum burtur frá okkara málum. Fólkatingsumboðini verða tá brúkt til at knýta okkum fastari í skipanir og peningaligar veitingar í Danmark og ES, ið vit onga ávirkan hava á.

Undanfarna valskeið hava vit sæð úrslitini av hesum: Vit fingu havnastongsul fyri føroysk skip og útflutning. Vit fingu hækkaðan blokkstuðul og aðrar peningaligar veitingar, ið flyta okkum burtur frá sjálvbjargni og egnum avgerðum. Vit fingu uttanríkispolitiskar avgerðir, sum Danmark tekur í ES ímóti føroyskum áhugamálum. Vit fingu uttan ávirkan lógir og reglur um til dømis avlurting, fíggjarviðurskifti, vinnu og rættindi hjá tí einstaka. Og vit fingu boðskap um at fara upp í ES, sum danskur landslutur.

Tað hevur tí sum sjáldan – og eisini fram ímóti komandi løgtingsvali – veruligan týdning, at vit velja eitt tjóðveldisumboð á fólkating. Har vit við sjálvsvirðing tala søkina hjá allari tí politisku tjóðskaparrørsluni í Føroyum. Har vit umboða rættindini hjá føroyskum borgarum, vinnu og mentan. Og har onki mál fer aftur við borðinum, ið hevur týdning fyri Føroyar og okkara fullveldismál.

Tí stillar Tjóðveldisflokkurin upp til hetta fólkatingsvalið við 12 góðum kvinnum og monnum.

Skal tað eydnast, er í fyrsta lagi neyðugt, at tjóðveldisfólk fara á val, og ikki sita heima. Og í øðrum lagi, at vit savnast um Tjóðveldi á lista E. Sita vit heima ella spjaða atkvøðurnar, vinna sambandsumboðini.

Fari tí vinarliga og inniliga at heita á øll tjóðveldisfólk og fullveldisáhugað um at fara á val og velja Lista E ella eitt av teimum góðu valevnunum á listanum.

Bestu kvøður

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi