Spurningur viðvíkjandi Maskinmeistara- og sjómansskúlanum

16 September 2009
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

1. Nær væntar landsstýriskvinnan, at nevndin er komin til eina niðurstøðu?


2. Er tað rætt, at samgongan og landsstýriskvinnan hellir meira til viljan at flyta alt vinnuskúlavirksemi úr Havn, heldur enn til Havnar?


3. Nær á leið er ætlanin, at samanleggingin av sjómans- og Vinnuháskúlanum í Klaksvík og í Havn er vorðin veruleiki?

Viðmerkingar
Í 2004 vóru Maskinmeistaraskúlin og Sjómansskúlin lagdir saman. Tá fingu lærarar og starvsfólk á skúlunum at vita, at ætlanin var at byggja teimum ein nýggjan skúla.

Nú skilji eg, at ein nevnd er sett at hyggja eftir, hvar í Føroyum hesin skúli liggur best, og tosað hevur verið í fjølmiðlunum alvorligt um, at ætlanin er at flyta henda skúlan til Klaksvíkar.

Á Løgtingi, tann 14. september 2009
Annita á Fríðriksmørk