1. Verður ólavsøkupakkin karmur um fíggjarlógina fyri 2010 soleiðis, at útreiðslukarmurin verður 4.643 mió. kr.?
2. Kunnu vit vænta, sum tað stendur í ólavsøkupakkanum, at pensjónsnýskipanin hjá samgonguni kemur at økja um útreiðslurnar hjá pensjónistum komandi ár við 25 mió. kr. og minka um útreiðslurnar hjá landskassanum sansvarandi?
3. Í sambandi við inntøkutiltøk verður sagt,at samgongan er samd um at leggja brúkaragjald á ellisheimspláss. Hvat kemur hetta at kosta tí einstaka pensjónistinum, sum liggur á ellisheimi?
Viðmerkingar
Tá tað í hesum føri serliga verður spurt um ætlan samgongunnar á pensjóns- og pensjónistaøkinum, so er tað fyri at fáa greiðu á, hvør veruliga ætlanin er aftan fyri tað, sum stendur um hetta í viðmerkingunum í ólavsøkupakkanum.
Ósamanhangandi úttalilsi um júst hetta økið eru komin frá ymsum pørtum í sam¬gonguni, og liggja til grund fyri hesum spurningum. Samstundis sum pensjónistar og avvarðandi av penjónistum ikki hava ánilsi fyri, hvat tey skulu vænta sær komandi tvey, trý árini.
Á Løgtingi, tann 14. september
Annita á Fríðriksmørk