Spurningar um Sandsvatn, fiskivinnureform og orkuverkætlanir

23 February 2010
Skrivað hevur

Í munnligum fyrispurningum mikudagin fer Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, at biðja Anniku Olsen at greiða frá, hví umhvørvismyndugleikarnir ikki langt síðani hava gjørt tað, sum skal til, fyri at steðga dálkingini og bjarga Sandsvatni.

Løgtingskvinnan fer eisini at seta spurningar til løgmann um innihaldið í fiskivinnureforminum hann hevur fráboðað, eins og hon spyr landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum um stuðul til orkuverkætlanir.

Munnligur fyrispurningar til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum viðvíkjandi dálking av Sandsvatni og myndugleikans ábyrgd

1. Hvat hevur umhvørvismyndugleikin/IMR gjørt til tess at steðga dálkingini á Sandsvatni, sum hevur verið kend í mong ár?

2. Hvat ger umhvørvismyndugleikin til tess at fyribyrgja at alt livandi í Sandsvatni doyr og fyri at fáa vistfrøðiskipanina í vantinum í lagi aftur?

3. Er tað, at íbindingin millum kloakkina á Meginskúlanum og rørini, sum leiða kloakkina út á streymasjógv, nóg mikið til at bjarga vatninum?

Viðmerkingar

Í áravís hevur tað verið kent, at eitt av størstu vøtnunum í landinum, Sandsvatn, er illa dálkað. Í 2002 tók bygdarráðið á Sandi stig til eina kanning, sum staðfesti, at støðan var sera ring, og at neyðugt var við átøkum, skuldi vantið ikki doyggja.

Orsøkirnar eru m.a. at kloakk frá Meginskúlanum, umframt spillvatn frá sethúsum og gørðum rennur í vatnið. Harafturat liggur nógvur bøur oman ímóti vatninum.

Nú, sjey ár eftir at ringa støðan varð dokumenterað, rennur framvegis kloakk og spillvatn beint í vatnið. Í útvarpinum hjá Kringvarpinum frættist, at rør fyri fleiri árum síðani eru løgd fyri at leiða kloakkvatn frá Meginskúlanum út á sjógv, og at bert smáar upphæddir skulu til fyri at gera íbindingina lidna. Sambært borgarstjóranum í Skopun verður íbindingin væntandi gjørd í summar.

Sambært borgarstjóranum á Sandi megna kommunurnar á Sandoynni ikki einsamallar at lyfta fíggjarligu uppgávuna til at fáa Sandsvatn reint.

Hóast myndugleikin hevur kent til sera álvarsomu støðuna við Sandsvatni, tykjast neyðugu átøkini ikki at verða framd til tess at steðga dálkingini og fáa vistfrøðiligu skipanina aftur í javnvág, so vatnið ikki doyr.

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann, viðvíkjandi fráboðaðum fiskivinnureformi

Nær kemur fiskivinnureformurin, sum løgmaður hevur fráboðað?


Kann løgmaður siga Løgtinginum hvørjir høvuðstættirnir eru í reforminum?


Er tað landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum fer at koma við reforminum?


Hvussu stóran skund metur løgmaður tað hava, at grundleggjandi broytingar vera gjørdar í okkara fiskivinnu?

Viðmerkingar:

Hósdagin 11 februar boðar løgmaður í tíðindaskrivi frá, at landsstýrið fer á seminar við Gjógv. Annað av tveimum høvuðsevnum, er: “fiskivinnureformurin”.

Ein fiskivinnureformur boðar frá grundleggjandi broytingum í okkara fiskivinnu, og hevur Løgtingið stóra nyttu av at fáa upplýst hvørjum tættum arbeitt verður við á hesum øki. Tá ein stjórn fer undir reformar á høvuðsøkjum í samfelagnum, er sjálvandi vanligt at landsstýrismaðurin, sum umsitur málsøkið, gongur á odda.

Men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ikki boðað frá nøkrum fiskivinnureformi, og í fjølmiðlunum hevur eftir seminarið við Gjógv, heldur ikki borið til at kunna seg um fiskivinnureformin.

Á tíðindafundinum við Gjógv legði løgmaður dent á, at okkara fiskiskapur er burðardyggur. Og at tað bara snýr seg um at fáa heimin kring okkum at trúgva hesum.

Sama boðskap hevur løgmaður borið av tingsins røðarapalli í sambandi við munnligar fyrispurningar.

Munnligur fyrispurningar til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum viðvíkjandi umsóknum um stuðul til orkuverkætlanir

1. Hvussu nógvar umsóknir eru komnar inn og fyri til samans hvussu nógvan pening, er søkt um av kontuni til alternativar orkuverkætlanir?

2. Hvørji metingarstøði verða nýtt og hvør tekur avgerðina um hvørjar verkætlanir fáa stuðul og hvørjar ikki fáa?

3. Er orkufaklig ráðgeving við til at gera tilmæli um hvørjar verkætlanir valdar verða út til stuðul?

Viðmerkingar

Landsstýriskvinnan ræður yvir kontum til alternativar orkuverkætlanir. Í tíðindaskrivi skrivar Innlendismálaráðið: “Innlendismálaráðið umsitur 3 stuðulsjáttanir, hvørs endamál er at stuðla verkætlanum til frama fyri viðarvøkstur, umhvørvisverndartiltøk og alternativar orkuverkætlanir. Samlaða stuðulsupphæddin er góðar 6 mió. krónur. Nú freistin at søkja gekk út 1. februar, eru meiri enn 100 umsóknir komnar inn.”

Skrivið kann tulkast um at Innlendismálaráðið hevur koyrt hesar tríggjar stuðulsskipanirnar í ein pott.

Av nevndu seks milliónunum eru 4 milliónir til orkuverkætlanir, eftir at játtanin til orkuátøk varð niðurraðfest við einari millión á fíggjarlógini fyri 2010 í mun til 2009.

Í 2009 var játtanin 5 mio kr, tá vóru 23 umsóknir. Talið á umsóknum er sostatt fleirfaldað.

Tá pengar verða latnar til slíkar verkætlanir, hevur Innlendismálaráðið ávís metingarstøði ella krøv at raðfesta eftir.

Eitt av hesum kundi verið, at verkætlanirnar verða raðfestar eftir í hvønn mun, tær kunnu vera við til at loysa okkara framtíðar tørv á atgongd til varandi ósteinrunna orku, og/ella talan er um verkætlanir, sum kunnu føra langt fram á leið í mun til orkusparing.

IMR kunngjørdi í fjør, hvørjar verkætlanir fingu stuðul, men ikki hvørjar, sum ikki fingu stuðul.

Á Løgtingi, tann 22. februar 2010

Bjørt Samuelsen


Meira frá sama høvundi

No items found.