Spurningar um revsirættarráð

16 November 2009
Skrivað hevur

Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um revsirættarráð.

- Nær fer landsstýriskvinnan at seta eitt revsirættarráð?

- Hvørjar uppgávur fær ráðið?

- Kann ráðið til dømis mæla til at taka burtur aftur broytingar, sum gjørdar eru í revsilógini?

- Hvussu nógv arbeiðsorka verður sett av til ráðið og hvat kemur tað at kosta?

Viðmerkingar:

Í uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum revsirættur), stendur í viðmerkingunum:

“Innlendismálaráðið upplýsir, at tá revsirætturin er yvirtikin, kundi Innlendismálaráðið hugsað sær at skipa okkurt slag av revsirættarráði, sum er mannað við fakfólki, sum í tí dagliga hava við revsilógina at gera, og møguliga øðrum fólki við viðkomandi serligum kunnleika. Ráðið skal ráðgeva landsstýriskvinnuni í revsirættarligum spurningum, møguliga ummæla uppskot og viðgera meira prinsipiellar revsirættarligar spurningar.

Ráðið kundi verið savnað eftir tørvi ella t.d. eina ferð um árið at viðgera framdar

lógarbroytingar á økinum í hinum Norðurlondunum.”

Fyri hálvum ári síðani valdi landsstýriskvinnan í lógarmálum og ein meiriluti í Løgtinginum at dagføra revsilógina við fleiri enn 50 lógarbroytingum, sum allar vóru revislógarbroytingar danir hava framt seinastu árini. Rættseind varð framd millum Danmark og Føroyar, uttan at nøkur føroysk løgfrøðilig serfrøði hevði mælt frá ella til tær sera mongu ymisku broytingarnar. Heldur ikki varð nøkur meting gjørd av hvussu herdu revsikarmarnir fór at ávirka Føroyska samfelagið. Broytingarnar tóku heldur ikki støði í norðurlendskum revsirættarsmíði, men vóru framdar, tí danir høvdu framt hesar broytingar. Ilt er at finna góðar grundgevingar fyri at hava neyvt somu revisrættarlóg í tveimum londum sum eru so ymisk sum tað danska meginlanda-stórbýar-samfelagið við sera nógvum hørðum kriminaliteti og føroyska oyggjasamfelagið, sum tíbetur enn úrmerkir seg sum eitt samfelag við lutfallsliga lágum kriminaliteti.

Eitt revsirættarráð, sum kann mæla til hvussu ein Føroysk revsilóg eigur at síggja út - við støði í norðurlendskari rættarsiðvenju - tykist alneyðugt, og átti at verið komið áðrenn man framdi rættseind millum Danmark og Føroyar. Tá tað ikki hendi, eigur ráðið at verða sett sum skjótast og áðrenn yvirtøkuna av málsøkinum. Hetta er neyðugt, skal trygd fáast fyri dygdargóðum føroyskum revsilógarsmíði.

Orðingarnar í omanfyrinevnda lógaruppskoti tykjast nakað veikar og trilvandi. Spurningarnir verða settir til tess at landsstýriskvinnan kann greiða Løgtinginum meira nágreiniligt frá hennara ætlanum um revsirættarráð.

Bjørt Samuelsen

løgtingskvinna

Meira frá sama høvundi

No items found.