Spurningar um Javnstøðuátøk á arbeiðsmarknaðinum

16 November 2009
Skrivað hevur

Munnligur fyrispurningur

til Jóhan Dahl, landsstýrismann, um javnstøðuátøk á arbeiðsmarknaðinum fyri at eggja kvinnum at virka og búgva í Føroyum.

- Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í mun til at fremja javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum?

- Hvørji átøk ætlar landsstýrismaðurin at gera til tess at fylgja tilráðingunum frá CEDAW (ST-javnstøðunevndini)?

Viðmerkingar

Hagtølini yvir kynjabýtið siga sína greiðu søgu: Kvinnur trívast ikki eins gott sum menn í Føroyum. Og tær støðast serliga illa uttanfyri miðstaðarøkið. Ein orsøk kann vera væntandi javnstøða, skilt á tann hátt at kvinnurnar ikki hava nóg góðar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum at nýta, styrkja og menna sínar fakligu førleikar, tryggja sær javnbjóðis eftirløn osfre.

Nógv fokus hevur verið á trupulleikanum, at ov fáir føroyingar í útlegd ynskja at flyta heimaftur. Fólkatalið stendur mest sum í stað, og vandin er eyðsýndur fyri, at tað beinleiðis fer at minka. Kvinnurnar eru í hesum høpi í einari serstøðu, tí føroyska samfelagið hevur minni at bjóða kvinnum. Eitt samfelag, har kvinnurnar ikki trívast, hevur vána útlit fyri stórvegis fólkavøkstri.

Á leið 2000 færri kvinnur enn menn búgva í Føroyum, sum er 4% færri. Men, hyggja vit at úrvaldum aldursbólkum, er støðan veruliga álvarsom: Í aldursbólkinum 25 – 35 ár, sum eru árini tá fólk byggja familju og seta búgv, er undirskotið av kvinnum 10%.

Í aldursbólkinum 35 – 45 ár, ein aldursbólkur har fólk gjarna hava valt hvar tey vilja virka og liva, eru 8 % færri kvinnur enn menn.

Skeiva kynsbýtið rakar útjaðaran sera meint. Í aldursbólkinum 35-45 ár eru kynsbýtið í Tórshavn á 52/48 prosent menn/kvinnur, meðan tað til dømis í Klaksvík eru 10% fleiri menn enn konur, á Tvøroyri er munurin 16%, og í Skopun er býtið 63/37 – ein munur uppá heili 26% í áðurnevnda aldursbólki.

CEDAW-nevndin hjá ST mælir í síni seinastu frágreiðing til at føroysku myndugleikarnar gera átøk at styrkja støðuna hjá kvinnum á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Átøk á arbeiðsmarknaðinum kann vera við til at venda skeivu gongdini og gera tað meira eggjandi hjá kvinnum at venda aftur til Føroyar.

Bjørt Samuelsen

Meira frá sama høvundi

No items found.