Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann Viðvíkjandi bíligari ferðaseðlum til og úr Føroyum
1. Kunnu føroyingar vænta sær nógv bíligari ferðaseðlar longu komandi summar?
2. Hvat kann hetta áleið koma at kosta landskassanum?
3. Skal hetta tilboð vera galdandi fyri onnur flogfeløg enn Atlantsflog.?
4. Er ætlanin, at hetta tilboð eisini verður galdandi fyri sigling til og úr Føroyum?
5. Er málið viðgjørt í samgonguni?
Viðmerkingar
Í farnu viku vóru framstandandi samgongutingmenn í loftmiðlunum við tíðindunum um, at teir vildu arbeiða fyri, at fólk sluppu at ferðast bíligari til og úr Føroyum. Tá samgongutingmenn soleiðis fara í loftmiðlarnar við ætlanum sínum um bíligari ferðaseðlar, kunnu teir borgarar, sum taka samgongutingmenn í álvara, ikki annað enn fyrireika seg til hesa broyting, og soleiðis leggja til rættis eina uttanlandsferð komandi ár, sum verðr væl bíligari, enn tey annars høvdu roknað við.
Á Løgtingi, tann 14. september 2009
Annita á Fríðriksmørk
Munnligur fyrispurningurtil Kaj Leo Johannesen, løgmann Viðvíkjandi umsitingini av lógini um ábyrgd landsstýrismanna
Hvussu tryggjar løgmaður sær, at landsstýrisfólk hansara halda seg til lógina um ábyrgd landsstýrismanna soleiðis, at hesi umsita sítt málsøki á lógligan og fullgóðan hátt?
Viðmerkingar:
Vit síggja alt ov ofta ábendingar um, at landsstýrisfólk ganga ov lætt um lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Millum feskastu dømini eru:
• Landsstýrisfólk, sum við vilja halda aftur týðandi upplýsingar fyri Løgtinginum, sum annars eru sentral fyri mál, sum eru til viðgerðar í Løgtinginum.
• Landsstýrisfólk, sum geva boð um, at lógarbundnar útreiðslur ikki skulu rindast, og sum heldur ikki tryggja sær í nóg góðari tíð, at nóg mikið av peningi er játtað til hesar útreiðslur.
• Landsstýrisfólk, sum beinleiðis nokta at halda seg til javnstøðulógina.
• Landsstýrisfólk, sum skriva undir kunngerð um ókeypis veitingar, hóast játtanin ikki er komin upp á pláss.
• Landsstýrisfólk, sum leggja fyri tingið uppskot til samtyktar um m.a. at hækka
pensjónsaldurin og at mótrokna frá fyrst vunnu krónu hjá fyritíðarpensjónistum og fólkapensjónistum, og sum eftirfylgjandi koma í fjølmiðlarnar og halda uppá, at viðkomandi einki hevur við hetta uppskot at gera, men at tað bara eru embætisfólk, sum hava arbeitt við hesum. O.s.fr., o.s.fr.
Á Løgtingi, tann 14. september 2009
Annita á Fríðriksmørk