Spurningar til landsstýrismannin í fíggjarmálum

5 May 2009
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum

Viðvíkjandi mvg av tí føroyska bátinum

1. Heldur landsstýrismaðurin, at bátasmíð kann koma undir mentanarligt virksemi og harvið verða frítikið fyri MVG eftir lógini um meirvirðisgjald?

2. Fer Fíggjarmálaráðið at taka nøkur stig til tess at lata bátasmíð verða frítikið meirvirðisgjald, eins og annað mentanarligt virksemi er tað?

Tá ið ein føroyskur bátasmiður selur ein útróðrarbát, sum hann hevur smíðað, noyðist hann at leggja 25 % í mvg oman á prísin. Hetta noyðist hann, hóast tað í mvg-lógini er ásett, at mentanarligt virksemi er frítikið fyri mvg. Hví smíð av hinum føroyska bátinum ikki verður sæð sum mentanarligt virksemi, er undrunarvert. Teir, sum smíða hin føroyska bátin, leggja áherðslu á, at báturin verður smíðaður eftir tí gamla sniðinum og skapinum. Soleiðis hava vit enn eitt virkið bátasmíð, sum er við til at varðveita tað gamla byggisniðið á bátinum. Eitt byggisnið, sum lýsir tørvin og fortreytirnar, sum føroyingurin livdi undir, tá ið farið var til útróðrar. Alt hetta eigur at tala fyri, at eisini hin føroyski báturin kann koma undir mentanarligt virksemi, tí kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvat Fíggjarmálaráðið heldur um hendan spurning.


Á Løgtingi, 17. apríl 2009


Annita á Fríðriksmørk

Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum

Viðvíkjandi íløguraðfestingum

1. Hvørjar íløgur eru ætlanir at fara undir komandi árini?

• Hvørjar skúlar (marknagilsdepil/vinnuháskúla/fróðskaparsetur), psykiatri depil, vegir, tunlar, ellisheim, tjóðleikhús, kringvarp, altjóða flogvøll o.a.m er ætlanin at fara undir?

2. Hvør er kostnaðarmetingin (hvør sær og samlað) fyri íløgurnar, sum ætlanin er at seta í verk t.d. komandi 10 árini?

3. Hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ætlanir at koma við eini íløguætlan fyri komandi t.d. 10 árini.

• Um ja: Nær kunnu vit vænta, at íløguætlanin verður løgd fyri tingið?


• Um nei: hví ikki?

Viðmerkingar:
Politiski viljin at gera íløgur er rættiliga stórur frá ári til árs. Íløgur kunnu eisini verða amboð hjá politiska mundugleikanum at stýra virkseminum. Hesar kunnu setast í gongd, tá ið privata virksemi er fyri bakkasti, endamálið kann verða at stimbra útbúgvingarøkið og mentanarliga virksemi, eisini kunnu íløgur betra um handverksvinnuna, sum er ein av teimum, sum fyrst merkir búskaparliga afturgongd.
Mest umráðandi er at yvirskipaði myndugleikin stingur út í kortið, eftir hvørji ætlan komandi íløgur verða gjørdar.


Á Løgtingi, 17. apríl 2009


Annita á Fríðriksmørk


Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum

Viðvíkjandi krepputiltøkum


1. Hvørji ítøkilig átøk ætlar ladsstýrismaðurin í fíggjarmálum at seta í verk til tess at byrgja upp fyri teimum stórstu avleiðingunum, sum kunnu standast av kreppuni, sum rakar allan heim í løtuni?

2. Hvørji atlit verða tikin, tá ið hesi átøk verða vald burturúr?

3. Hvussu raka hesi átøk ávíkavist vinnuliga, sosialpolitiskt og mentanarliga?

4. Hvussu væntar landsstýrismaðurin, at hesi átøk ávikavist seta ferð á og/ella bremsa búskapinum (landsskattinum, mvg-inntøkunum, punktgjøldum o.ø.)

5. Hvussu gongur við at fáa semju í politisku skipanini at seta hesi átøk í verk?

6. Hvør, væntar landsstýrismaðurin, verður munurin á landsskassahallinum árini 2009, 2010 og í 2011, um landsstýrismaðurin onki fyritekur sær í mun til hallið, sum verður, um átøkini, sum landsstýrismaðurin ætlar at taka stig til, verða framd?

Viðmerkingar:
Tað er altíð ein stór ábyrgd at varða av politisku skipanini, og ábyrgdin er ikki minni í hesum døgum, har fíggjar- og búskaparpílarnir venda skeiva vegin.

Sum ábyrgdarhavari av fíggjarpolitikkinum áliggur tað tí serliga landsstýrismanninum í fíggjarmálum at vísa á møguligar gongdar leiðir, og má tí koma við uppskoti um, hvat skal gerast.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur fleiri ferðir víst á, hvat kann gerast, og víst á týdningin av, at okkurt verður gjørt. Nú manglar bara, at Løgtingið sleppur at viðgera tey tilmæli, sum landsstýrismaðurin kemur við.

Tjóðveldi hevur víst á fleiri uppskot um, hvat kann gerast. Hesi síggjast m.a. í álitinum frá tjóðveldisumboðunum til fíggjarlógina 2009. Landsstýrismaðurin hevur eisini víst á, at fleiri av hesum uppskotum eru møguleikar, sum hann kann taka undir við.

Tá ið politsika skipanin verður samd um hvørji átøk skulu fremjast, er umráðandi at hesi gera størri gagn enn skaða. Umráðandi er, at átøkini raka, har orka er at taka ímóti hesum fyri at tryggja, at sosialir bólkar, sum frammanundan eru illa fyri, ikki noyðast at stramma lívreimina enn longur inn.

Eisini er umráðandi, at átøk taka hædd fyri stimbrandi virksemi so sum útbúgvingarøkinum og mentanarøkinum, sum kunnu skapa nógv virksemi í mun til lítlan penga. T.d. kunnu fýra læraralønir á Fróðskaparsetrinum og í miðnámsskúlunum aktivera 100 vaksnar næmingar/lesandi. Næmingar, sum einans krevja útbúgvingarstuðul frá tí almenna.

Lata vit tilvildina ráða, verður hallið størri fyri hvørja frágreiðing, sum kemur. Tí er alneyðugt at okkurt meira ítøkiligt kemur á banan.

Á Løgtingi, 17. apríl 2009


Annita á Fríðriksmørk