fleiri hava annars glaðbeint goldið bót fyri hetta, fyri at sleppa undan at fara í rættin, men høvdu tey vita tað, sum nú er komið fram kundu tey havt spart tann peningin.
hetta stóð at lesa í vikuskiftis-sosialinum, og havi eg reist landsstýriskvinnuni nakrar spurningar í hesum sambandi.
1. Er tað ikki ólógligt at dálka við olju, tá ið skip bunkra við føroyskar havnir?
2. Um nei, hvat ætlar landsstýriskvinnan so at gera við tað málið?
3. Er tað rætt at fútin hevur givið bót fyri at olja er farin á sjógv undir bunkring?
a. Á leið hvussu ofta er hetta komið fyri seinastu fimm árini?
b. Hvørja lóg er tað í tráð við, táið fútin hevur givið bót fyri at olja er farin á sjógv undir bunkring?
c. Er tað í stríð við revsilógina, lógina um havumhvørvið ella aðra lóg, tá ið fútin hevur givið bøtur fyri at olja er farin á sjógv undir bunkring?
4. Nær kunnu vit vænta at ein kunngerð um bunkring í føroyskum havnum verður sett í gildi?
Viðmerkingar
Í grein í Sosialinum 26. februar verður víst á avgerðina hjá Føroya rætti í sambandi við revsing fyri oljudálking við føroyskar havnir. Sambært dómaranum er tað ikki ólógligt at dálka við olju í føroyskum havnum í sambandi við bunkring. Tvs at skip og bátar uttan revsirættarliga ábyrgd kunnu lata olju renna út á sjógv tá bunkrað verður. Hetta er annars nakað, sum aðrar tjóðir taka rættiliga álvarsamt við m.ø at geva bøtur, sum muna so mikið, at tað verður ansað væl eftir at slíkt ikki kemur fyri. Men hesum ótta nýtast manningar umborð á skipum og bátum, sum bunkra við føroyskar havnir eftir øllum at døma, ikki at taka sær av. Í øllum førum ikki, um teir einans hugsa um fíggjarliga missin, sum hevði kunnað staðist av eini møguligari bót.
Spurningurin um dálking við føroyskar havnir, firðir og sund tekur seg javnan upp, og hvørja ferð hevur verið víst á tað líkasælu ella manglandi politisku støðutakan til málið. Tá Olsjana sakk við flesjarnar og olja rann úr skipinum, tók spurningurin um Loðs seg upp, og um hvør hevði ábyrgdina av eini slíkari hending. Síðani hevur ikki verið nógv at hoyrt um tað evni, og loðsur er framvegis ikki krav til útlendsk skip. Nakað sum er óhoyrt í øðrum londum vit vanliga samanbera okkum við.
Undirritaða hevur áður víst á vandan við manglandi regluverkið í samband við dálking. Við hesum fyrispurningi verður so aftur varpað ljós á málið og vóni eg at gongd kemur á málið, so vit lúka tær treytir og krøv, sum vit eiga at liva upp til í einum samfelagið sum tekur umhvørvið í álvara.
Annita á Fríðriksmørk