Spelanin undan svarta skugganum

4 March 2011
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Ein tænastumannakanning av tveimum aðalstjórum hevur verið ovast á breddanum í nakrar dagar. Løgmaður, sum annars hevur gjørt lítið við at stjórna landinum, traðkaði brádliga í karakter. Ivaleyst væl vegleiddur av juridisku kompetansuni á skrivstovuni og tí sum er eftir av tí góða gamla samfelagsmoralinum, sum framvegis finst onkustaðni í kjarnu Sambandsfloksins, tók hann ábyrgd, og gjørdi tað sum áliggur evsta politiska leiðaranum, at rudda upp, um bara minsti ivi er um rot í politisku og fyrisitingarligu sferuni.

Ikki óvæntað kom hetta ávísum politiskum áhugamálum illa við. Merkantili fjepparaklubbin hjá etableraða kapitalinum, Fólkaflokkurin, ringdi seg sum ein illa særdur hvalur, nú Kaj Leo heglaði halin niður á fótablaðið á Jørgen. Tað kendist sum raktu atomarar geislingar líktornini hjá teimum, ið eftir øllum at døma hava okkurt at verja í famøsa grannskoðaramálinum.

Eftir at formaður Fólkafloksins hevði maltrakterað Uttanríkisráðið og pulvuriserað ferðavinnuna í landinum flýggjar hann av berari neyð út úr ministeriella ruðuleikanum og finnur sær annað beiti í politisku skipanini, har hann kann skjóta frá hond eftir øllum sum flytir seg. Fíggjarnevndin skuldi nú gerast deyðsgongin, har destruktivu evnini skuldu roynast.

Kallsberg flutti seg fyri at geva rúm fyri politiska alva sínum. Tungvektarin av Viðareiði hevur fingið merkisverd úrslit í nevndini síðan seinra ABC-samgongan sá dagsins ljós. Allir flokkar umboðaðir í hesum politiska høpi hava kent tað sum sína ábyrgd, at fáa búskapin í landinum á rættkjøl aftur, og stevið hevur verið gott og kósin skilagóð. Stílurin var ikki yvireksponering í miðlarúminum, heldur ein undirspæling av egnum leikluti, átøkur einum gomlum lítillætnum rokskipara, ið letur úrslitini tala heldur enn sjálvur at standa fremstur í neonglæmuni.

Øðrvísi er við eftirmanninum, ið tykist hava trupult við at finna sær sín egna politiska samleika. Eftir øllum at døma eru hyggjuráðini, at finna ein sjálvstøðugan profil burturúr eini sjaldsamari plagiering, eini bræðing, av vangamyndunum hjá Breckmann og Kallsberg. Hetta kennist fjákut og fjasut og man situr eftir við farranum av, at Fólkaflokkurin er vorðin ein bílig føroysk útgáva av kenda leikinum The Muppet Show.

Týskvøldið í vikuni sigur ein avgjørdur Jørgen Niclasen við Portalin, at løgmaður fær ongan pening til ætlaðu tænastumannakanningina uttan so, at eykajáttanin í væntu er útreiðsluneutral. Hann stuðlar seg til kredduna, sum hevur verið miðið og málið hjá sitandi fíggjarnevnd, at fíggjarkarmarnir skulu halda. Tvs., at skal nýggjur peningur brúkast, má hann finnast aðrar staðir í skipanini. Balansin skal halda. Løgmaður sigur, at sterkar kreftir hava andøvt ímóti tænastumannakanningini. Giti mær, at Jørgen er ein teirra, og nú roynir hann við eini tekniskari obstruction at fáa tað fram í miðlarúmið, at øll fíggjarnevndin er korrumperað í júst hesum málinum.

Tað kann bara ætlast um, hví Fólkaflokkurin ræðist hesa tænastumannakanningina. Eru teir sannførdir um, at onki skeivt er farið fram, skuldi ongin orsøk verið til, at forða løgmanni í at gjørt kanningina. Altráin eftir at steðga henni boðar frá ólíkindum, og at tað ræður um at halda lokinum á pottinum, har politisku og embætisligu kyknubroytingarnar nú eru í útbroti.

Fíggjarnevndin veit ikki meira um hetta málið enn øll tey, sum fáa tíðindini borin úr miðlunum. Málið er ikki til í parlamentarisku skipanini, tí uppskotið er ikki komið tinginum í hendur. Greitt er tó, at løgmaður heldur tað vera neyðugt at gera umrøddu kanning, og heldur evsti politiski útinnandi leiðarin í landinum tað, væl stuðlaður av sínum egna embætisverki, so skal ongin makt steðga honum í hesum. Táið tað snýr seg um møguligt rot í skipanini, og um tað, at landsins borgarar kunnu hava álit á rættartrygdini í landinum, eigur raðfestingin hjá fíggjarnevndini at vera púra greið. Rættartrygdin stendur altíð omanfyri eventuella kostnaðin av at gera rætt og skjal í einum máli, har bara minsti mistankin er um, at farið er um galdandi mørk.

Málið var ikki til, táið karmarnir seinasta vár vóru skipaðir fyri verandi ár. Heldur ikki táið fíggjarlógin var samtykt fyri jól. Málið hevur vaksið seg upp ígjøgnum politiska sævarmálan, tí hava vit ábyrgdina av at gera nakað við tað. Útreiðslan av kanningini er tí eitt nýákomið mál, sum heldur ikki løgmaður hevur disponerað við í rakstri sínum á løgmansskrivstovuni. Finnur hann ikki peningin í nógv klænkaðu umsiting síni, fær hann peningin, táið umbønin kemur fíggjarnevndini og tinginum upp í hendur í næstum. Hetta hevur als onki við politisku kredduna um útreiðsluneutralitet annars at gera. Hevur samfelagsins sál fingið eina skavank, skal hon lekjast kosta hvat tað kosta vil. Borgarar í okkara tíð finna seg ikki í at búleikast í einum landi, har bara minsti ivi er um habilitetin og reinføri hjá almennu skipanini, sum teir sjálvir gjalda raksturin fyri.

Miðvikukvøldið kom málið tó á beint aftur, eftir at Útvarpið fekk brotið skitna og ónda múrin, sum Jørgen Niclasen hevði lagt kring fíggjarnevndina. Tað var rímiliga greitt, eftir at støðin hevði tosað við allar limirnar, at nýggi formaðurin í fíggjarnevndini longu hevur parkerað og isolerað seg í mun til restina av nevndini, og at hann nú er mest átøkur einum spurvi í tranadansi.

Táið mergurin var lopin úr Uttanríkisráðnum skuldi formanssessurin í fíggjarnevndini brúkast til politiska profilering hjá formanninum í Fólkaflokkinum. Áneyðir vóru á eksponering, men tað er ikki bara sum at siga tað, at yvirspæla sín leiklut í politisku skipanini, serstakliga, táið grundin hoyknar undan einum. Allir kunnu spæla Karl Smart í nakrar dagar, men tað roynist sjaldan, tí politiska skipanin er bundin saman av so mongum ymiskum træðrum, sum ikki finna seg í, at ein discount entertainari av órøttum yvirtekur pallin einsamallur.

Hevði hann havt formatið hjá Lucky Luke. Verið so snildur, skjótur og snarráðin, at hann megnaði at skjóta og tøma revolvaramagasinið í búkin á svarta skugganum, sum nú eltir Fólkaflokkin á Tinganeshelluni, hevði støðan verið øðrvísi. Væntandi taka allir aðrir flokkar á tingi undir við, at skuggin verður tváaður av brostinum, líkamikið um bruni er í honum ella ikki. Tekniskar forðingar skulu í hvussu er ikki forða fyri, at fólkið í Føroyum fær treytaleysa vissu fyri, at rættartrygdin og harvið rættarfatanin í fólkaræðinum er í góðum líki.