Sparigrísa-hugburður sambandsins

16 January 2008
Skrivað hevur

Tað er øgiliga langt síðani at tað var skilagott at koyra pengarnar í ein sparigrís, tí ein slíkur gevur 0,00 kr. í rentu, og tað er tað sama sum 0 vøkstur. Við sparigrísa-hugburði skilji eg væl, at sambandsfólk óttast at missa blokkin.

Men búskapur er ikki eitt statiskt hugtak, har tað snýr seg um at seta 1 krónu inn fyri at fáa 1 krónu út. Ein sterkan búskap fært tú við at fáa pengarnar at vaksa.

Skilagott er at leggja nakað til síðis, men tað skal vera í ein búskapargrunn, sum kastar av sær, og sum kann nýtast um buffari, tá ið á stendur.


At savna pengarnar í eina bússu skapar onga vælferð. Pengarnir mugu nýtast til íløgur í tað, sum vit vita uppá longri sikt kastar nógv av sær – eitt nú til útbúgvingar, gransking og mentan. Tað skapar fólkavøkstur og búskaparliga menning!

Til forsíðu: www.tjodveldi.fo/bjort

Meira frá sama høvundi

No items found.