Tað er ómetaliga týdningarmikið ikki einans at taka búskaparlig og lívfrøðilig atlit tá umræður burðardyggleika í føroysku fiskivinnuni.
Gandaorðini, ið flúgva um oyrini á okkum um dagarnar, nú fiskidagatalið er ásett av nýggjum í løgtinginum, eru at vinnan má vera búskaparliga og lívfrøðiliga burðardygg. Jú, gamaní er hesir tættir týdningarmiklir tá umræður høvuðsvinnu okkara, men føroyska samfelagið verður enn ríkari um fiskivinnan eisini er sosial burðardygg.
Sæð í hesum ljósinum er tað óheppið at fiskidagarnir aftur í ár blivu skerdir.
Tað tykist mær púra greitt, at gongda leiðin er eisini at hugsa sosialan burðardyggleika inn í fiskivinnuna – serliga tá hugsað verður um húkaveiðu.
Vit eiga at hyggja eftir vinnubygnaðinum kring landið. Vit sum hava okkara gerandisdag í Klaksvík og Norðoyggjum vita hvussu ómetaliga týdningarmikil fiskivinnan er fyri okkara øki. Vinnumynstrið vit hava sæð í Klaksvík og Norðoyggjum, hevur serliga tikið støði í húkaveiðu, har útróður og línufiskiskapur hava verið berandi. Í mun til trol- og nótafiskiskap krevur útróður og línufiskiskapur fleiri fólk – fleiri karrierur. Harumframt eru íløgurnar vanliga ikki eins høgar.
Sosialur burðardyggleiki gongur nevniliga út uppá at stuðla undir vinnumynstur, har økir fáa so nógvar karrierur úr tí vinnu, sum nú einaferð er á staðnum. Sosialur burðardyggleiki hugsar ikki um avkastið hjá reiðarunum ella um stødd á fiskastovnum. Sosialur burðardyggleiki leggur seg eftir at fólk kunnu fáa sína karrieru, sítt lívsstarv, í nærumhvørvinum.
Vit hava sæð, at útróður og línuveiða hava uppihildið mangari familju í Føroyum og einamest í Norðoyggjum. Familjurnar hava goldið skatt í lands- og kommunukassar, hava ælt komandi ættarlið (framtíðar skattgjaldarar), hava bygt hús og generelt økt um eftirspurningin í (nær)samfelagnum. Hetta hevur verið gjørligt, tí at havið er í durinum og útróðarbátar og línuskip hava havt sámuligan kostnað.
Tí er tað skeivt at skerja fiskidagatalið hjá húkaflotanum. Ikki tí at reiðarar missa avkast og keyptar dagar. Ikki tí at politikarar eru bangnir fyri at missa atkvøður. Ikki tí at stovnarnir verða betri vardir, men tí at skerjingarnar hava við sær at færri og færri fólk hava síni lívstørv innan útróður og línuveiðu – gongdin innan útróðurin í Klaksvík er bert eitt prógv um hetta.
Júst útróður og línuveiða eru gyltir vinnuvegir, sum føroyingar longu duga til UG og hetta eigur tann til einhvørja tíð sitandi stjórn at virða, kanska serliga nú heimsbúskapurin enn einaferð er í eini køvandi afturgongd og útlitini til nýggjar vinnur í Føroyum tykjast kám. Harumframt skapa hesar vinnugreinar hópin av avleiddum virksemi – flakavinnu, eksportvinnu og tænastuvinnu annars. At biðja hesi fólkini finna sær annað arbeiði, sum man hevur sæð sitandi vinnumálaráðharran gjørt, ber boð um vantandi virðing fyri hesari vinnugrein og fólkunum í henni.
Og nú vit tosa um burðardyggleika, so er húkaveiðan ein tann mest burðardyggi veiðuhátturin, ið finst. Ein kann siga at fiskurin sjálvur ger av um hann býtur á ella ikki, í mun til at verða grapsaður av t.d. einum troli.
Javnvág millum atlitini
Hugsanin við hesi grein er ikki at undirgrava lívfrøðiligu og búskaparligu atlitini, sum eiga sín sjálvsagda lut í viðgerðini av fiskivinnuni, men heldur at nøra um viðgerðina við sosialum atlitum
Tjóðveldi hevur í síni stevnu hópin av ásetingum um at landslutirnir uttan fyri miðstaðarøkið skulu raðfestast og tískil er eitt økt medvit um sosialan burðardyggleika í lóggávurarbeiðinum góður tjóðveldispolitikkur.
Tað skal vera mín vón at sosialur burðardyggleiki spælir ein eins stóran leiklut í viðgerðini av ásetingum av fiskidagatalinum komandi ár, sum tey búskaparligu og lívfrøðiligu atlitini. Hetta vil eg millum annað arbeiða fyri, um rokkið verður inná ting.
Jóhann Lützen, valevni fyri Tjóðveldi
Fylg mær á Facebook: www.facebook.com/jóhannlutzen