Sorgarleikurin í Norra og Kringvarp Føroya

25 July 2011
Skrivað hevur

Tey bera tíðindini, viðgera tey, samtala við serfrøðingar, meta um avleiðingarnar fyri Norra, fyri Norðurlond, fyri gerandisdegin, trygdina og framtíðina hjá okkum, sum búgva í einum annars friðarligum parti av heiminum.


Eitt av grannalondum okkara er rakt av einari ógvusligari vanlukku. Einari yvirgangsatsókn í sjálvum hjartanum hjá norska stjórnarvaldinum. Ein beinleiðis roynd at drepa norska forsetan. Og eitt óhugnaligt hópdráp á nøkur ósek ung fólk, á politiskari legu á Utøya.


Men í sjónvarpinum í Kringvarpinum er ein sangkapping, heldur enn ein longd tíðindasending.
Tað sjónvarpið kundi bjóða í dag, var samsendig seinnapartin við NRK, bert til 17.55, tá vanliga skráin tók við. Dagur og vika var – heppið – á skránni í kvøld. Og har verða hesi heimshøvuðstíðindi viðgjørt nakrar fáar minuttir. Síðani kemur ein røð av tíðindum, sum í dagsins samanhangi tykjast fullkomiliga líkasæl. Eingin umlegging av sendingini, eingin sending tikin av skránni. Um ikki annað kundi KRF hildið fram at samsent í brotum, soleiðis, at tíðindafundir, sum tann við norska forsætisráðharran (sum er live á BBC og aðrastaðni) og aðrar broytingar í støðuni, verða send inn ímillum. Heldur ikki útvarpstíðindini klokkan 21 bera nýggjastu tíðindini. Hóast ein ørgrynna er hent síðani klokkan 18. Og á heimasíðuni er seinasta dagføringin í skrivandi stund fleiri tímar gomul!


Hetta er álvarsamasta og ótryggasta støðan Norðurlond hava verið í síðani seinna heimsbardaga, siga fleiri. Kring allan heim rudda sjóvarpsrásir skránna, fyri at senda úr Norra. Men Kringvarpið sendir “Kappgiting og Kærleiki“, “Uppá tá” og annað á hesum degi óviðkomandi!


Summarfrí er. Tað verður tó ongantíð ein undarførsla hjá einum almennum miðli, tá kreppustøður taka seg upp. Raðfestingin hjá Kringvarpinum í kvøld er bæði óskiljandi og órógvandi ignorant. Hon kemur omaná eina aðra løgna raðfesting - at Dog V einans verður send tvær ferðir um vikuna - og ber tíverri boð um, at kringvarpsleiðslan helst ikki skilir, at tað ikki ber til at niðurraðfesta tíðindatænastuna á henda hátt, uttan samstundis at undirgrava týdningin av almenna kringvarpinum.


Bjørt Samuelsen

Meira frá sama høvundi

No items found.