Sølan av kvinnum...

5 October 2011
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Í Føroyum tekur kjakið um strip-tease seg javnan upp. Skal hetta verða loyvt ella ikki? Í sær sjálvum kann strip-tease tykjast rættiliga óskyldugt. Men lagnan, sum tær kvinnur oftast hava verið ígjøgnum, sum arbeiða á pallinum, og tann lagna, sum bíðar teimum eftir, at karrieran sum strip-tease er liðug, er sjálvdan tespilig.

Sambært danska “kvindesamfund”, sum var í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, verða á leið 95 prosent av striptease-gentunum misbrúktar sum barn. Lagnan er tí týpiskt ein kvinna,sum er misbrúkt kynsliga sum smágenta, og sum líðir av manglandi kærleika frá teimum, sum áttu at verið um hana. Hon missir tí alt nátúrligt forhold til sex og til sín kropp. Hon gert lætt offur, og er tí sinnað at selja sín kropp í byrjanini av karrieruni til onnur at hyggja at.
Men karrieran varðar ikki ævigt á pallihum. Hon má “víðari”! Næsta stigið sambært kvindesamfund er týpiskt, at tær velja at fara av pallinum sum striptease, til at selja seg sum horur á gøtuni.


Og tað eru hesar søgur, sum tíverri ikki eru eindømi, men týpiskar, - sum vit eiga at forða fyri í tann mun, tað er møguligt.


Eitt, sum kundi verið gjørt, og sum hevur verið umrøtt áður, er lógarbann ímóti strip-tease.


Hesum taki eg undir við!

Ikki tí, at eg eri fyri forboðsstatinum ella tí, at eg vil forða monnum í at síggja nakin konufólk. Men eina og aleina tí, at aftanfyri stuttleikan og njótilsi hjá teimum hjáverandi, býr ein gentulagna, sum er so syndarlig, og sum skríggjar eftir kærleika og nærleika. Men hetta neyðarróp hjá gentuni verður fjalt og kamuflera við nektardansi. Ikki bara onkuntíð men nærum hvørjaferð! Og tað kunnu vit gera nakað við.


Men eg veit eisini, at vit ikki bara kunnu nokta fyri striptease, og so halda, at nú er alt so gott! Gentan er jú akkurát líka oyðiløgd og særd uttan mun til, um hon sleppur á handan pallin ella ikki. Tí eiga vit at hjálpa felagsskapum, sum arbeiða fyri at hjálpa børnum og ungum, sum eru í sálarhvøl orsakað av kynsligari misnýstlu. Vit hava Kris og vit hava “tú og eg”. Hesir felagsskapir eru komnir á vøllin fyri at hjálpa hesum fólkum víðari. Og tað eru slíkar felagsskapir vit eiga at útbyggja og stuðla, við tí endamálið, at hesir kunnu geva eina professionella ráðgeving til tey misbrúktu, um hvussu hesi koma víðari.

Ofta gongur man og billar sær inn at søla av Sex er nakað, sum tey á niðastu rók og moralskir avvíkjarar befatta seg við. Men fyri fimm árum síðani var HM í fótbólti í Týsklandi. Í hesum sambandi vórðu bordell bygd kring stadionini. Á bordellunum skuldu ungar gentur starvast og brúkast til tær sex-tænastur, sum har vórðu. Tørvur var á nógvum gentum, og tær skulu ikki fáa ov nógv í løn, tí so er so lítið eftir til bakmenninar og til fyriskipararnar. Til endamálið vórðu gentur í túsundavís innfluttar úr Asia og EysturEuropa til sex-tænasturnar, sum skuldi halda til á bordellunum kring HM-fótbóltsvallirnar. Hetta var hesumegin aldaskiftið, í Vestureuropa, og hetta var hildið at verða púra legalt og fyriskipað fyri opnum skíggja, so ongin skuldi ivast í, hvar tænastan fekst.

Jón Heðin Tróndheim var í miðlunum í vikuni og varpaði ljós á tær syndarligu vanlagnur, sum sex-søla hevur við sær. Hatta má fáa nógv størri avleiðingar og eigur at byrja har, sum vit kunnu gera nakað við tað.


Annita á Fríðriksmørk