So ymiskt síggja vit!

3 June 2015
Skrivað hevur
Páll á Reynatúgvu

Sambandið sigur tað verða ein ólukka, at vit minkaðu donsku fíggingina av Føroyum í 2002. Eg síggi tað sum eitt risaframbrot at vit tóku ábyrgdina av skúlaverkinum, forsorgini og føroyska havumhvørvinum, og fluttu okkum 366 mió.kr nærri fíggjarliga sjálvbjargninum.

Fólkatingssessurin kann ikki brúkast til nógv gagnligt, men at geva sambandsflokkunum í Føroyum hann til at siga umheiminum søguna um olmussudýrini í Føroyum, er ikki gagnligt fyri Tjóðina. Veljið virðingina fyri Føroyum.