• Tey, sum varða av fiskivinnuni, vita ikki hvat fer at henda í 2018.
• Tey, sum varða av kommununum vita ikki um kommunurnar verða lagdar saman við lóg.
• Tey, sum varða av skúlunum vita ikki, um skúlarnir verða lagdir saman í deplar, ella um bygdaskúlar verða lagdir niður.
• Tey, sum varða av fakfeløgum og teimum gomlu vita ikki um ella hvør pensjónsnýskipan er á veg.
• Tey, sum varða av heilsuverkinum vita ikki hvussu verður við samanlegging ella leiðslustrukturi
• osfr
Alt gott um at kanna væl og gera neyðugu útrokningar og forarbeiði. Men tað skal valdast drál. Felags fyri øll hesi projekt er, at tey í fleiri ár - og okkurt í fleiri ára tíggju – hevur verið ávegis. Og tað er júst tað, sum er tað ringasta fyri tey, sum varða av einum politiskum projekti, tað er tá tað sleppur at liva sítt egna lív í rundkoyringini.
Tí eiga vit at seta okkum sum mál í komandi samgongu, at áðrenn eitt hálvt ár er liðið, skal avgerð verða tikin um allar hasar fýra reformarnar. So vita øll, hvat tey kunnu fyrihalda seg til!
Annita á Fríðriksmørk.