Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna og forkvinna í tingbólkinum
Fólkatingssessirnirkunnu brúkast til:
at hjálpa til við fullveldiskósini ogsoleiðis tala Føroya søk í Danmark - og um allan heim.
at biðja um fleiri pengar, og tann veginhækka blokkin, sum vit herheima vilja lækka.
at grava okkum longur niður í vald, sum vit herheima royna at loysa okkum frá.Ella
---
Sum løtumynd kann tað tykjast nógv lættari bara at grava okkum longur niðurí danskt vald, - at innføra cpr og undirminera p-talið, at niðurleggjalandsbankan og avtaka búskaparráðið, at forða fyri yvirtøkum, at hækka blokkinosfr.
Tað kann eisini tykjast nógv lættari at droppa fiskivinnunýskipan,heilsunýskipan, pensjónsnýskipan. Tað er jú so nógv lættari ikki at takaábyrgd.
Men í longdini hevur søgan víst, at tað loysti seg fyri menningina at gangasjálvstýrisleiðina. Hon krevur, at vit taka ábyrgd fyri teimum veikastu, fyriútjaðaranum, fyri heilsuverkinum, fyri menning av vinnulívinum, fyriminnilutabólkum, fyri umhvørvinum osfr.
At tað gongur væl í Føroyum í dag, er fyrst og fremst tí, at tað gongur væl ívinnuni, og eisini tí, at vit tóku ábyrgd sum samgonga og tóku nøkur tøk, sumveruliga kravdi nakað av okkum. Vit kundu valt, at sagt neitakk til allarnýskipanir og bara biðji danir um at hækka okkum blokkin. Men vit vildu sjálvi!Vit lótu bylgjurnar ganga høgt. Tað má man viðhvørt! Vit vunnu okkum fram; ogvið tíðini enntá so stóra virðing millum fólk, at tá ið andstøðan kom ímeiriluta, vildi hon ikki koyra samgonguna frá, og enn minni vildi hon skrivaút nýval.
Fullveldi erikki eitt mál í sær sjálvum. Tað er eitt amboð at koma okkum longur út í heimsum sjálvstøðug tjóð. Tað tryggjar, at vit fáa teir sessir í altjóðasamfelagnum, sum vit ynskja okkum; - um tað so er Norðurlandaráðið IOC, ST,EFTA osfr.
At forða fyri fullveldi er at forða fyri sjálvsstøðugum limaskapi í hesumfelagsskapum.
Sambandsflokkarnir skilda okkum nú eina frágreiðing fyri, hví teir veljaamboðið, sum fremur forðingarnar.
Tjóðveldi hevur í fleiri ár greitt frá, hví vit velja amboðið, sum gevur okkumaltjóða møguleikar.
Annita á Fríðriksmørk.