Hvat er kostnaðurin at byggja sær eini nýggj hús viðgrundstykki í dag ?
Eftir at hava spurt meg fyri hjá byggifyritøkum og teimum,ið ætla at seta búgv, so liggur meðalprísurin á áleið kr. 3.500.000, ið er seranógv, men hetta er nokk tann prísurin ein má gjalda, um dreymurin at byggja særsítt egna skal gerast veruleiki.
Bankarnir eru ikki sinnaðir at fíggja somu upphædd á bygdsum í høvuðsstaðnum. Á bygd kanst tú fáa eitt lán beint omanfyri kr. 2.000.000,meðan tú kanst fáa tað dupulta í miðstaðnum, so hetta hevur tær fylgjur viðsær, at ein familja nærum ongan møguleika hevur at byggja sær nýggj hús á bygd.
Vit mugu taka eina støðu hesum viðvíkjandi. Vilja vit havaeitt samfelag har øll búgva í miðstaðnum, ella vilja vit hava tær fjølbroyttuFøroyar vit hava í dag, har fólk búsetast á øllum oyggjunum. Sjálvur hevði egvalt tað fjølbroytta samfelagið, har tað er hugurin hjá fólkinum sjálvum atvelja hvar tey vilja búgva, ístaðin fyri at tað eru bankarnir, sum avgera hettafyri fólkið.
Vit kunnu við eini nýggjari kós broyta hetta, um vit ikkifáa tað broytt hjá núverandi bankum. Landið eigur Húsalánsgrunnin og Realin, iðbáðir kunnu læna pengar út til privat fólk, um viðtøkurnar hjá hesum feløgumverða broyttar. Tað kundi verið upplagt, at hesi feløg saman við t.d.tryggingarfelagnum LÍV fóru á marknaðin við føroyskum realkredittlánum ístaðinfyri donskum, so okkara uppsparingar ikki fóru til at fíggja danskahúsamarknaðin, men fóru til at fíggja tann føroyska húsamarknaðin.
Somuleiðis kundu hesi feløg verið við til at skapa størri ogfjølbroyttari møguleikar innan bústaðarmarknaðin t.d. lutaíbúðir og leiguíbúðirhjá teimum sum ynskja at leiga framum at eiga.
Pauli Trond Petersen, løgtingsmaður