Skúlin ein trivnaðardepil
Nú fólk eru farin at lova longdar keikantar, rennibreyt, mentanarhús , skýlir -og mangt man fara at koma upp afturat, so er tað hóskandi at koma við eini viðmerking. Tí Skúlin á Ziskatrøð eigur sín sjálvsagda rætt í millum raðfestu økini í komandi býráðssetu.
Eg havi lagt mær í geyma, at borgarstjórin hevur í valmynd síni sett rættiliga nógv øki upp, sum verd at raðfesta, og Skúlin á Ziskatrøð er ikki millum teirra, og tað er spell. Í farna valskeiði vann uppskot mítt frama, at bygginevnd varð sett at halda fram við útbygging av skúlanum, so skúlabygging ikki skuldi steðga, tá íløgurnar til Skúlan við Ósánna vóru lidnar. Nú liggur verkætlanin á borðinum, og eg fari framhaldandi at virka fyri, at pláss verður fyri bygging og umbygging av hesum skúla í næstu býráðssetu. Borgarar í kommununi eiga ikki at vera so illa javnsettir við einum nútímans skúla og einum gomlum ótíðarhóskandi skúla. Tí foreldur krevja ein góðan skúla, skulu tey seta búgv.
Tryggja stórar ætlanir við raðfestingum
Tað eydnaðist á ongan hátt hesum býráðnum at gera longri raðfestingar. Hesum fari eg at arbeiða fyri. Borgarin skal vita, hvussu og hvar stórar íløgur skulu gerast: er talan um eitt, tvey ella fimm ár frammi í tíðini, ella skal bíðast upp aftur longur. Soleiðis fær borgarin innlit í ætlanir, ið verða raðfestar á besta hátt, og soleiðis fæst pláss til so stóra íløgu, sum Skúlin á Ziskatrøð krevur. Og hann eigur sjálvandi tørn í allar nærmastu framtíð!
Óluva Klettskarð, borgar fyri einum góðum skúla